Stovna fastogn
Hvussu stovni eg eina fastogn?
Nýggj fastogn kann stovnast bæði frá forsíðuni ella frá undirsíðuni "Fastogn".
1. Koyr músina útyvir og trýst á "Legg inn" til høgru
2. Legg mynd ella myndir inn við at trýsta á "Legg myndir inn"
2.1. Markera á telduni hvørjar myndir skulu leggjast inn á fastognina
3. Útfyll "Yvirskrift"
4. Útfyll "Innihald"
5. Útfyll "Bústað"
6. Møguleiki er at leggja koyrt inn. Her skal embed kotan frá Google Maps leggjast inn
Sí "Hvussu leggi eg embed kotu inn?"
7. Útfyll "Prísuppskot", "Seinasta boð" og "Galdandi til". Boð galdandi til verður sjálvvirkandi tikið burtur á fastognini 3 dagar eftir dagfestingina tit hava valt.
8. Um støðulýsing fyriliggur verður skjalið lagt inn við at trýsta á "Legg fílu inn". Viðmælt verður at tað er í PDF formati.
9. Vel "Øki" og "Slag". Møguligt er at sortera eftir hesum á forsíðuni og á undirsíðuni "Fastogn"
10. Útfyll "Búvídd", "Rúm", "Hæddir", "Grundøki vídd" og "Byggiár" eftir tørvi. Einki verður víst um einki er útfylt.
11. Um tað skal framganga sjónligt at nýtt boð er komið á ognina skal flugubein setast við "Nýtt boð". Hetta verður galdandi til flugubeinið verður tikið av aftur.
11.1. Soleiðis framgongur hetta á yvirlitinum yvir fastognir.
12. Um framvísing verður av fastognini verður flugubein sett í "Framvísing" og síðani dagfesting og klokkan eisini útfylt.
12.1. Soleiðis framgongur hetta á yvirlitinum yvir fastognir.
13. Tá ið ognin verður seld verður flugubein sett í "Selt". Við at útfylla teigin undir kunna tit áseta sjálvi nær ognin skal blíva óvirkin fyri teimum vitjandi.
14. Tá ið alt er liðugt útfylt verður flugubein sett í "Virkin" og síðani trýst á knøttin "Goym". Fastognin er nú almenn.