Privatlívspolitikkur

Viðgerð av persónsupplýsingum

Sum dátuábyrgdari hevur Ogn.fo ábyrgdina av at verja tínar persónupplýsingar, og vit taka hesa ábyrgd í størsta álvara. Niðanfyri finst kunning um, hvussu vit innsavna, viðgera og verja tínar persónupplýsingar eins og kunning er um, hvørji rættindi, tú sum skrásettur hevur.  Henda síða verður dagførd leypandi, t.d. um vit broyta, hvussu persónupplýsingar verða viðgjørdar, ella um vit seta nýggjar reglur ella mannagongdir í verk.

Innsavnan og viðger av persónsupplýsingum, tá ið tú vitjar okkara heimasíðu
Sum flestallar heimasíður savnar okkara heimasíða sjálvvirkandi ávísar upplýsingar um teg, tá ið tú vitjar hana. Hesar upplýsingarnar kunnu t.d. fevna um tína IP-adressu, økið hvaðani tín telda ella eind bindur seg í alnetið, hvønn kaga (browsara) og hvørja stýrisskipan tú brúkar, og upplýsingar um, hvussu tú brúkar heimasíðuna, undir hesum hvørjar undirsíður tú vitjar. Vit brúka upplýsingarnar til at tillaga og menna heimasíðuna, so hon nøktar tørvin hjá teimum vitjandi. Vit kunnu eisini brúka tína IP-adressu til at finna brek á servarum okkara og til at umsita heimasíðuna, greina rák, spora hvussu tú brúkar heimasíðuna og til at savna yvirskipaðar demografiskar upplýsingar, sum vit brúka til at greina tørvin hjá vitjandi á heimasíðuni.

Tá ið tú sendir okkum eini boð gjøgnum heimasíðuna, verða boðini send ígjøgnum Mandrill, ið goymir eitt avrit av boðunum í 90 dagar. Mandrill er ein tænasta hjá Mailchimp, ið heldur til í USA. Privatlívspolitikkin hjá Mailchimp kanst tú lesa her: https://mailchimp.com/legal/privacy.

Tá ið tú fyllir oyðubløð út á heimasíðuni, við fyrispurningi viðvíkjandi eini ogn, so er tað annars bert viðkomandi seljari sum goymir tær upplýsingar, sum eru neyðugar fyri at fáa samband við teg, um tú hevur biðið um at fáa samband við viðkomandi. Tað kann t.d. vera títt navn, telefonnummar, teldupostbústað og bústað. Vit, t.e. ogn.fo goyma ikki hesar upplýsingar og heildur ikki Qodio, sum er okkara heimasíðuveitari.

Upplýsingar sum verða sendir umvegis heimasíðuna, til ein seljara av eini ogn, verða sostatt bert goymdir av viðkomandi seljara, sum tá er dátuábyrgdari. Samskifti við seljara og upplýsingar sum annars verða latnir seljara, í beinleiðis samskifti við seljara, verður ikki goymt hjá ogn.fo og er tað tá einans seljari sum er dátuábyrgdari.

Cookies
Okkara servari sendir tínum kaga ein fyrispurning fyri at staðfesta, um kagin hevur goymt “cookies” í sambandi við undanfarnar vitjanir á heimasíðuni. Ein cookie er ein lítil dátufíla, sum verður goymd í tínum kaga, tá ið tú vitjar eina heimasíðu, so heimasíðan kennir tína teldu aftur, næstu ferð tú vitjar hana. Ein cookie er ein óvirkin fíla og kann ikki spjaða virus ella onnur skaðilig forrit. Cookies kunnu savna inn upplýsingar, undir hesum eyðmerkingarlykil, brúkarastillingar, brúkaraupplýsingar, upplýsingar um brúk av heimasíðuni og samlaðar hagfrøðiligar upplýsingar. Cookies kunnu eisini brúkast til at goyma brúkarastillingar og til at greina og meta um effektivitetin av serstøkum pørtum av heimasíðuni í samsvari við hesar leiðreglur umframt til at betra um brúkaraupplivingina.

Ogn.fo hevur gjørt avtalur við triðjapartsveitarar, sum geva okkum atgongd til greiningar- og søluamboð. Hesi amboð kunnu vegna Ogn.fo leggja cookies á tína teldu, sum gera tað møguligt at greina tína atferð á okkara heimasíðu. Eisini hevur ogn.fo eina síðu á Facebook, har upplýsingar um tína atferð verða savnaðar, tó bara um tú velur at vitja hesa síðuna.

Til ber at lesa meira um teirra viðgerð av persónsupplýsingum her:

Google: https://policies.google.com/privacy

Facebook: https://www.facebook.com/policy.php

AddThis: www.addthis.com/academy/tag/cookies/

Tín kagi kann hava funkur, sum gera tað møguligt at stýra cookies. Flestu nýggjari kagar kunnu t.d. ávara teg, tá ið ein heimasíða vil leggja eina cookie-fílu á tína teldu, so tú kanst nokta ella góðtaka tað. Tú kanst eisini stilla kagan til at nokta øllum cookie-fílum ella til einans at góðtaka cookie-fílur frá teirri heimasíðuni, tú vitjar (nokta triðjaparts-cookies). Tú fært altíð broytt og tikið burtur samtykkið við at trýsta á tannhjólið niðast til vinstru á okkara heimasíðu. Legg til merkis, at um tú noktar øllum cookie-fílum, eru summar funkur á heimasíðuni ikki tøkar.

Summar cookie-fílur verða goymdar á tíni teldu, eftir at tú ert farin av síðuni. Meginparturin av teimum verða goymdar í 1-24 mánaðir, men summar verða ikki strikaðar, um tær hava eina serliga funku; t.d. cookies, sum goyma frávalsstillingar. Tú kanst strika einstakar cookie-fílur ella allar cookie-fílur, sum tín kagi hevur goymt, gjøgnum stillingargluggan á kaganum.

Tá ið tú vitjar okkara heimasíðu uttan at hava noktað ella strikað cookies, góðtekur tú nýtsluna av cookies á heimasíðuni. Vit brúka greiningaramboð frá Google og Facebook.

Lesast kann meira um cookies, sum verða nýttar á Ogn.fo, har kunnað verður um, júst hvørjar cookies verða brúktar.

Tá vit ikki sjálvi goyma tínar upplýsingar, hava vit ikki reglur um hvussu vit lata øðrum persónsupplýsingar, hvussu vit verja tínar persónsupplýsingar, ella viðvíkjandi goymslu og striking av tínum persónsupplýsingum.

Um tú hevur tørv á fleiri upplýsingum enn teimum, sum standa her ella í kunningarskrivunum omanfyri um tíni rættindi viðvíkjandi viðgerð av persónupplýsingum, ert tú vælkomin at seta teg í samband við okkum.

Broyting og dagføring av hesum skjali
Henda síðan kann verða dagførd, t.d. orsakað av bygnaðarbroytingum í Ogn.fo, broytingum í okkara tænastuútboði ella broytingum í okkara mannagongdum. Vit skila okkum rætt til at broyta hesa síðu uttan at boða frá tí á annan hátt enn við at dagføra síðuna. Av og á kunnu vit senda tær eina áminning um hesa síðuna og okkara viðskiftatreytir, men vit mæla tær til at vitja hesa síðu regluliga fyri at halda teg kunnugan við okkara viðgerð av persónsupplýsingum.

Við at brúka heimasíðu okkara góðtekur tú treytirnar á hesi síðu. Um tú ikki góðtekur treytirnar, verður tú vinarliga biðin um ikki at brúka hesa heimasíðu ella tær tænastur, ið hoyra henni til. Tú góðtekur, at allar ósemjur viðvíkjandi viðurskiftum, ið eru lýst her, verða loystar í samsvari við føroyskan rætt

Tíni rættindi
Sambært dátuverndarlógini hevur tú rættindi í sambandi við okkara viðgerð av tínum persónupplýsingum.

Rætturin til innlit: Tú hevur rætt til at fáa innlit í tær upplýsingar, sum vit viðgera um teg.

Rætturin til rætting: Tú hevur rætt til at fáa rangar upplýsingar um teg sjálvan rættaðar.

Rætturin til striking: Í summum førum hevur tú rætt til at fáa upplýsingar um teg sjálvan strikaðar, áðrenn okkara ætlaðu striking.

Rætturin til viðgerðaravmarking: Í summum førum hevur tú rætt til at fáa viðgerðina av tínum persónupplýsingum avmarkaða. Um tú hevur rætt til at fáa viðgerðina avmarkaða, kunnu vit framyvir í útgangsstøðinum bert goyma persónupplýsingarnar.

Rætturin til dátuflutning: Tú hevur í summum førum rætt til at fáa tínar persónupplýsingar útflýggjaðar í einum skipaðum, vanligum nýttum og teldutøkum sniði, og at fáa hesar persónupplýsingar fluttar frá einum dátuábyrgdara til ein annan uttan forðing.

Rætturin til mótmæli: Tú hevur í summum førum rætt til at mótmæla okkara viðgerð av tínum persónupplýsingum.

Rætturin til ikki at vera fyri individuellari avgerð, sum einans er grundað á automatiska viðgerð
Umbønin verður svarað skjótast gjørligt, og í seinasta lagi 4 vikur eftir, at hon er móttikin. Um serstøk viðurskifti so sum nøgd og torgreidni gera, at tað er ógjørligt at svara umbønini innan 4 vikur, kann tíðarskeiðið leingjast við 8 vikum. Tú fært serstøk boð frá okkum, um freistin verður longd, og tá umbønin er svarað.

Samband og kæra
Tú ert vælkomin at seta teg í samband við okkum, um tú hevur spurningar um tíni rættindi, ella um hvussu vit viðgera tínar persónupplýsingar. Tú kanst seta teg í samband við okkara nevndarformannin, Kristinu Samuelsen, adv.:

Gr. Kambansgøta 17, kj.
FO-100 Tórshavn
Teldupostur: kristina@advokatur.fo
Mobil: 511883

Spurningar viðvíkjandi upplýsingum, sum verða latnir til seljarar av ognum á okkara heimasíðu, kunnu vendast til viðkomandi seljara, sum er upplýstur í tilknýti til søluna av viðkomandi ogn. Leinkja til tær einstøku advokatskrivstovurnar, sum eru við í felags samstarvinum um heimasíðuna ogn.fo, er at finna niðast á forsíðuni til heimasíðuna.


Um tú ert ónøgd/ur við, hvussu vit viðgera tínar persónupplýsingar, og úrslitið av tíni áheitan til okkara ikki var nøktandi, kanst tú klaga hjá Dátueftirlitinum:

Dátueftirlitið
Reyngøta 33
Tinganes, Postboks 300
FO-110 Tórshavn
Teldupostur: dat@dat.fo
Tlf.: +298 309 101