Fastogn
Íbúðarhús Oman Hoydalar til sølu
Talan er um eini stór íbúðarhús við 4 íbúðum.
Húsini blivu bygd í 1975/76, men vórðu høvuðsumvæld í 2000. Húsini eru í 2 hæddum á 160 fermetrar hvør. Eisini er eitt bilhús á 68 fermetrar.
Grundøkið er 814 fermetrar.
Ovara hæddin er øll ein íbúð. Í íbúðini er inngongd, vesi, gongd, 3 kømur, baðirúm, køkur og stór stova við hurð út á altan. Trappa er niður í vaskirúm og fýrrúm, sum er í niðaru hæddini.
Í íbúð 2, sum er 47 fermetrar, er inngongd, køkur, stova, kamar og vesi við brúsu.
Í íbúð 3, sum er 47 fermetrar, er inngongd, stova, køkur, kamar og vesi við brúsu.
Í íbúð 4, sum er 38 fermetrar, er inngongd, køkur/ stova/ kamar og baðirúm.
Runt húsini er garður. Niðanfyri húsini er stór grasplena.
Húsini verða seld, um nøktandi boð kemur.
Meira fæst at vita við at venda sær til Jón Simonsen á telefon nr. 210009 ella jonsimonsen73@gmail.com