Fastogn
Grundøki til bústaðar- og vinnubygging til leigu á havnarøkinum í Leirvík
Partar av matr. nr. 169a, á havnarøkinum í Leirvík, sum fevnir um 7 grundøki, rað A: trý grundøki og rað B: fýra grundøki, verða nú boðin út til leigu og at byggja á.
Økið liggur í einum C2 øki í byggisamtyktini, sum er ætlað vinnu, handlum, bústovnum, bústøðum og skrivstovum í umhvørvisflokki 2 og 3.
Leigan fyri grundøkini er tann til eina og hvørja tíð altíð galdandi leigukostnaður hjá Eysturkommunu. Núverandi kostnaðurin er kr. 17,00 pr. m2 um árið, umframt mvg.
Hvørt grundøki skal hava sítt matrikulnummar.
Kommunan setir treyt til vídd og hædd á bygningunum, og hvussu teir verða staðsettir á havnarøkinum.
Uppskot er gjørt, sum lýsir byggingina.
Tilfar um byggingina fæst við at venda sær til SÓKN Advokatar, Jekaragøta 10, 100 Tórshavn, tlf. 660500, teldupostur sokn@sokn.fo.
Áhugað kunnu søkja um grundøki við at senda umsókn til SÓKN Advokatar. Hvør umsøkjari kann bert fáa tillutað eitt grundøki. Hjún verða at rokna sum ein umsøkjari. Umsøkjarar skulu vera búsitandi í Eysturkommunu.
Freistin at søkja er 1. mai 2026 og tá verður lutakast millum umsøkjararnar.