Fastogn
Neystaogn í Vági til sølu
Neystaognin matr. 1f Vágur, 900 Vágur verður við hesum lýst til sølu.
Talan er um eitt umleið 10 x 3 m stórt neyst (mát uttan), bygt á matr. 1f Vágur. Sambært Umhvørvisstovuni er grundin 47 m2 til víddar og er ogn hjá Vágs Kommunu. Síðurnar er stoyptar upp. Skjøldrini eru út timbri. Í suðurendanum er neystahurð út timbri. Tekjan er úr aluman. Suðurendin og tekjan eru nýliga umvæld. Elektrisitet er í neystinum. Tað er atgongd til neystið gjøgnum neystahurðina suðureftir.
Gamlir skinnarar at draga bát eftir eru sunnan fyri neystið. Talan er ikki um stoyptan drátt.
Viðmerkjast skal at prísuppskotið er vegleiðandi og ikki bindandi.
Áhugað kunnu venda sær til biritu@sokn.fo ella á tlf. 660500.
Um ognina:
Slag
: Neyst
Grundøki
: 47 m²
Seljari
Lánútroknari
Keypsprísur
Eginpeningur
Bankafígging:
Rentustuðul (%)
35
Renta (%)
Afturgjaldstíð í árum
Mánaðarligt gjald (uml):
Rentustuðul:
Netto mðr gjald:
Útrokningin er vegleiðandi og tekur støði í einari rentu á 5,6% og eini afturgjaldstíð á 25 ár. Spurningin um rentu og afturgjaldstíð má keypari greiða við sín peningastovn. Heldur ikki er tikin hædd fyri stovningarprovisión, møguligari tinglýsing og øðrum kostnaðum. Rentustuðulin á 35% og hámarksupphæddin á kr. 100.000,00 er ásett við lóg, men kann eisini broytast.