Fastogn

Annað
Vágsvegur 69, 900 Vágur
Prísuppskot: 2.950.000 kr

Hotell Bakkin til sølu

Vegna Sp/F Á Marknoyri í konkurs verður ognin matr. nr. 311a, Vágsvegur 69, 900 Vágur, lýst til sølu.


Ognin liggur væl staðsett miðskeiðis í Vági, við útsýni yvir Vágsfjørð. Hotellið er í trimum hæddum við eini samlaðari gólvvídd á umleið 500m2 (ikki uppmált neyvt)

Bygningurin manglar brunagóðkenning til hotellvirksemi, sum hann higartil hevur verið brúktur til.

Um ognina:

Kjallari er umleið 70 fermetur. Køkur og stova, 3 kømur og eitt wc. Sjálvstøðug inngongd.

 

Miðhædd:

Matstova, café, industrikøkur, 3 wc, gongd og trappugong uppá loft. Miðhæddini er høvuðsumvæld í 2020/21.

Stórur partur av el installatiónini í miðhæddini er lagt av nýggjum og stór el-talva er av nýggjari dato.

 

Loft:

Tilsamans 11 hotell kømur. 2 einkult kømur og 9 kømur við dupultsong. 7 kømur uttan wc bað, men sum hava atgongd til 2 separat wc/bað. 4 kømur eru við wc/bað.

 

Boð og vegleiðandi prísur

Bústjóri tilskilar sær rætt til at vraka og velja millum innkomin boð, herundir at vraka øll.

Vegleiðandi mettur kontantprísur: kr. 2.950.000,-.
Minsta yvirboð: kr. 50.000,-.

Skrivlig boð saman við váttan um fígging skulu sendast til Óla M. Hansen, adv. við telduposti ella sum vanligt bræv á hesum bústaði:

oha@faroelaw.fo

Faroe Law

Magnus Heinasonar gøta 10

Postboks 158

FO-110  Tórshavn

 

Áhugaði kunnu venda sær til:

Óla M. Hansen, adv. á tlf. 517316 ella á oha@faroelaw.fo.

Send fyrispurning

Seljari

66 99 00
Magnus Heinasonar gøta 10, 100 Tórshavn
www.faroelaw.fo
Lánútroknari
Keypsprísur
Eginpeningur
Bankafígging:
Rentustuðul (%)
35
Renta (%)
Afturgjaldstíð í árum
Mánaðarligt gjald (uml):
Rentustuðul:
Netto mðr gjald:
Útrokningin er vegleiðandi og tekur støði í einari rentu á 5,6% og eini afturgjaldstíð á 25 ár. Spurningin um rentu og afturgjaldstíð má keypari greiða við sín peningastovn. Heldur ikki er tikin hædd fyri stovningarprovisión, møguligari tinglýsing og øðrum kostnaðum. Rentustuðulin á 35% og hámarksupphæddin á kr. 100.000,00 er ásett við lóg, men kann eisini broytast.