Fastogn

Sethús
Hólavegur 10, 950 Porkeri

Tvingsilssøla - Hólavegur 10, 950 Porkeri

TVINGSILSSØLA

 

Hósdagin tann 20. februar 2025, kl. 13:00 verður í Føroya Rætti, Rættarsali I, C. Pløyensgøta 1, 100 Tórshavn hildin tvingsilssøla yvir ognina matr.nr. 32a, Porkeri, ið liggur Hólavegur 10, 950 Porkeri (AS 2-8/2024).

Talan er um eini sethús í tveimum hæddum. Grundøki smb. tingbókini er 1.157 m2 til støddar.  

Til ognina hoyrir uttangarðslutur í matr.nr. 243a, Porkeri á 2 gyllin í Handaraparti.

Húsini eru í høvuðsheitum innrættaði soleiðis:

Veghædd/niðara hædd:

Durur/trappugongd, 1 kamar, baðirúm, køkur-spísistova, stova, forkøkur og fýrrúm/vaskirúm.

Ovara hædd:

Loftstova, 3 kømur, baðirúm og goymslurúm.

Byggiár 2007.

Vegleiðandi mát innan (mált við lasara) netto gólvvídd (8,7m x 13m) x 2 = 226m2.

Grundin er stoypt, klædningur er av timbri, húsini hava plastik vindeygu (2-lag), tekjan er Plannja (alu).

Hitaskipan: Oljufýring og ketil. Oljutangin er niðurgrivin norðanfyri húsini.

Til húsini er egin innkoyring og parkeringspláss umframt grasfløta runt húsini.

Skeytishavari sambært tingbók:  Marie Annabelle Jessica Larsen og Sveinbjørn Borg Larsen við hvør sínari 1/2.

Tvingsilssølan er umbiðin av P/F Føroya Banka v/Inga Højgaard, advokati, Advokatfelagið, Lucas Debesar gøta 8, 100 Tórshavn, tlf. 203040, (sak nr. 5945001), sum kann geva nærri upplýsingar um ognina.

Tvingsilssøluuppgerð kann umbiðjast hjá nevnda advokati ella hyggjast ígjøgnum í Føroya Rætti.

Adressa:
Hólavegur 10, 950 Porkeri
Um ognina:
Slag
:   Sethús
Grundøki
:   1157 m²
Hæddir
:   2
Búvídd
:   226 m²

Send fyrispurning

Seljari

20 30 40
Lucas Debesar gøta 8, Postbox 359, 110 Tórshavn
www.lawfirm.fo
Lánútroknari
Keypsprísur
Eginpeningur
Bankafígging:
Rentustuðul (%)
35
Renta (%)
Afturgjaldstíð í árum
Mánaðarligt gjald (uml):
Rentustuðul:
Netto mðr gjald:
Útrokningin er vegleiðandi og tekur støði í einari rentu á 5,6% og eini afturgjaldstíð á 25 ár. Spurningin um rentu og afturgjaldstíð má keypari greiða við sín peningastovn. Heldur ikki er tikin hædd fyri stovningarprovisión, møguligari tinglýsing og øðrum kostnaðum. Rentustuðulin á 35% og hámarksupphæddin á kr. 100.000,00 er ásett við lóg, men kann eisini broytast.

Aðrar ognir í sama øki

Hús á Tvøroyri til sølu
Sílá 3, 800 Tvøroyri
-
-
-
562
-
Prísuppskot: 800.000 kr