Leysafæ
Søla av amboðum, arbeiðstilfarið og øðrum lutum
Vegna trotabúgv verða hesir lutir og amboð lýst til sølu
- Betongborimaskina
- Nýggj Bosch hitapumpa (luft-til-luft)
- Ymisk ventilatiónsrør
- Ymisk servicetól til hitapumpur
- Alupex-rør, bjálving og fittings
- WC kumma við innbygningsstativi
- Ymiskt tilfar og útgerð til hitapumpur
- Ymisk smáamboð
Lutirnir verða seldir í bólkum, sum omanfyri tilskilað, men boð kann eisini gevast uppá at keypa alt undir einum. Áhugað hava møguleika at síggja lutirnar eftir nærri avtalu.
Bústjórin tilskilar sær rætt til frítt at velja og vraka millum øll innkomin boð, herundir at vraka tey øll. Bústjórin tilskilar sær harumframt rætt til at fara í samráðingar við tey sum hava boðið, við tí endamáli at fáa best møguligan prís millum móttiknu boðini (eftirfylgjandi boðsrunda millum tey sum hava boðið).
Tað áliggur keypara at heinta lutirnar og skal hetta gerast í seinasta lagi 28.10.2026.
Freist at lata boð inn
Fríggjadagin 23. oktobur 2026 kl. 12.00.
Áhugað kunnu venda sær til Óla M. Hansen, adv., tlf. 517316 ella á oha@faroelaw.fo