Leysafæ

Kallanes og Joselyn til sølu

Kallanes og Joselyn til sølu

Vegna konkursbúgvið Sp/f Sjógæti verða Kallanes, FD 590 OW2027, og Joselyn, FD 171 OW2236, við hesum lýstir til sølu.

Nærri upplýsingar um bátarnar síggjast á teyggjan.fo. Bátarnir liggja í Vági.

Tað fyriliggur ein tilsøgn um veiðiloyvi á Kallanes. Tilsøgnin gongur út 23. desember 2026. Kallanes hevur 0,87 fiskidagar í bólki 4 og 7,94 dagar á Føroyabanka. Kallanes hevur ikki nakað galdandi siglingarloyvi. Myndin er frá skipalistin.fo. 

Joselyn er fyri so vítt bara ein skrokkur, hevur ongan motor og er reinsaður fyri olju. Joselyn hevur einki veiðiloyvi ella fiskidagar.

Nærri upplýsingar kunnu fáast við at venda sær til Biritu Sandberg Samuelsen, adv., á telefon 28 31 88 ella telduposti birita@sokn.fo

Send fyrispurning

Seljari

660500
Jekaragøta 10, 100 Tórshavn
https://sokn.fo