Leysafæ
Bingjur og amboð til sølu
Vegna konkursbúgvið Sp/f Holm Timburtænastan undir trotabúsviðgerð, skrás. nr. 8297, verða tvær 20 fóts bingjur og amboð hjá búnum við hesum lýst til sølu til hægstbjóðandi.
Talan er um tvær bingjur, har tann eina hevur verið brúkt sum amboðsrúm/kaffistova og tann eina sum goymsla. Bingjan ætlað til goymslu er illa farin. Bingjan, sum hevur verið brúkt til amboðsrúm/kaffistovu, hevur seinastu tíðina verið brúkt til goymslu, men hevur keyparin møguleika at gera neyðugar installatiónir lidnar, soleiðis at bingjan kann nýtast til amboðsrúm/kaffistovu.
Amboðini sum verða lýst til sølu, er fyri tað mesta smærri amboð, men av amboðum við einum ávísum virðið kann nevnast:
- Borðsag
- Stikksag
- Finecutter
- Skrúvumaskina
- Slagborimaskina
- Støvsúgvari til battarí
Mesta av amboðunum er av merkinum Dewalt.
Tað verður mælt til, at áhugaðir keyparar sýna amboðini og bingjurnar.
Bingjurnar standa á kommunalum øki í Sandavági. Keyparin hevur tí sjálvur ábyrgd av at gera avtalu við kommununa um áhaldandi nýtslu av økinum ella fáa bingjurnar fluttar.
Búgvið fráskrivar sær ábyrgd fyri standinum á bingjunum og standinum av amboðunum.
Møguligt er ikki at gera eitt mett virði ella eitt prísuppskot, tí verða áhugaðir keyparar bidnir um at koma við einum boði.
Búgvið skilar sær rætt til frítt at velja og vraka ímillum innkomnu boðini, soleiðis sum hesi tæna búnum best ella ikki at taka av nøkrum boði. Boð upp á bingju, amboð ella eitt samlað boð fyri bingju og øll amboð, skal latast í telduposti til Teit Friduson Andreasen, advokatfulltrúa, tlf. 293337, tea@jura.fo
Boð eru galdandi í 7 (sjey) dagar frá boðgevingini at rokna.
Nærri fæst at vita við at venda sær til Óla Jákup Kristoffersen, advokat, tlf. 353335 ella 211817, ojk@jura.fo ella Teit Friduson Andreasen, advokatfulltrúa, tlf. 293337, tea@jura.fo ella til skrivaran, Elin Svínoy Hansen, els@jura.fo