Leysafæ
Goymsla til sølu
Vegna konkursbúgvið Sp/f Klima Energi Service undir trotabúsviðgerð, skrás. nr. 8055, verður goymslan hjá búnum við hesum lýst til sølu til hægstbjóðandi.
Talan er um eina goymslu til VVS, ventilatión og hitapumpur. Meginparturin av goymsluni fevnir um deilir til VVS og ventilatión, meðan ein avmarkaður partur av goymsluni fevnir um eykalutir, útgerð og annað til hitapumpur.
Talan er um eina goymslu, ið búgvið hevur gjørt eina meting av. Av tí at eingin ítøkilig meting fyriliggur av goymsluni, verður mælt til at áhugaðir keyparar sýna goymsluna fyrst.
Búgvið fráskrivar sær ábyrgd fyri mettu goymsluna, virðið av henni og nøgdina av henni
Áhugaðir keyparar hava møguleika at geva eitt samlað boð uppá goymsluna og matr. nr. 871 dt, Fuglafjørður. Tá eitt samlað boð verður givið, skal bjóðast við serstøkum boðskjali, sum er at finna í lýsingina á ogn.fo av matr. nr. 871 dt, Fuglafjørður.
Búgvið skilar sær rætt til frítt at velja og vraka ímillum innkomnu boðini, soleiðis sum hesi tæna búnum best ella ikki at taka av nøkrum boði. Boð uppá goymsluna skal latast í telduposti til skrivaran, Elin Svínoy Hansen á els@jura.fo
Nærri fæst at vita við at venda sær til Óla Jákup Kristoffersen, advokat, tlf. 353335 ella 211817, ojk@jura.fo ella Teit Friduson Andreasen, advokatfulltrúa, tlf. 293337, tea@jura.fo ella til skrivaran, Elin Svínoy Hansen, els@jura.fo