Leysafæ
Kia Ceed til sølu
Ein Kia Ceed 1.4 CRDi, árg. 2012, typa JD, verður við hesum lýstur til sølu.
Koblingin riggar ikki, sum hon skal, og dekkini framman skulu skiftast.
Bilurin er sýnaður í 2024, so bilurin burdi annars verið í hampiligum standi.
Prísuppskot er kr. 12.000. Viðmerkjast skal at prísuppskotið er vegleiðandi og ikki bindandi.
Bilurin stendur í Froðba.
Áhugað kunnu venda sær til Biritu Sandberg Samuelsen, adv., á birita@sokn.fo ella tlf. 660500.
Seljari