Leysafæ
Fiskivarði til sølu
Línubáturin Fiskivarði til sølu við loyvum
Prísuppskot: 7,8 mió
VN 659 OW2366
Longd 19,4m - Breidd: 5,0m
90 Bruttotons
Høvuðsmotorur: Mitsubishi 317 KW. Hesin er seinast yvirhálaður í 2018/19.
Ljósmotorar: 2 stk Mitsubishi. Annar av ljósmotorunum megnar einsarmallur at reka tørvin hjá skipinum.
Bygdur á Ósey Íslandi 2002
Skipið hevur veiðiloyvi í bólki 4 stórir útróðrarbátar.
Fiskirættindi: Fiskidagar á innaru leið við línu í 2025: 102,25 fiskidagar.
Harumframt kann fiskast av buffaranum eftir 1. oktobur.
Fiskivarði rætt til fiskidagar í bólki 4 á Føroyabanka við línu.
Komplet Mustad autolínuskipan, við Mustad línuspæli, splittara, stokkaskipan og egningarskipan.
16 stokkar á knappar 1600 húkar ella tilsamans um 25.000 húkar 7mm lína.
Autolínuskipanin er í góðum standi.
Agnafrystarí sum tekur umleið 2,4 tons. Frystaríið er seinast skift í 2024.
Kassalast, sum tekur 420 kassar á 50 kg.
Skipið hevur siglingarloyvið frá FMA og gongur til næsta høvuðssýn í august 2026.
Millumsýn var seinast í august 2024.
Reiðaríið hevur klárgjørt skipið til sølu, soleiðis at tað er klart at fara til fiskiskap.
Áhugaðir keyparar kunnu síggja og gjøgnumganga skipið eftir nærri avtalu við Bjarna í Skálum reiðara (telefon 566004)
Janus P. Rein advokatur stendur fyri søluni.
janus@advokat.fo og tlf. 277300
https://www.teyggjan.fo/Pages/Ship/Details.aspx?shipId=376
http://skipalistin.fo/is-is/fiskivar%c3%b0i
Myndir: Skipalistin.fo, jn.fo og egnar myndir