Leysafæ

Ymiskir leysafælutir til sølu

Ymiskir leysafælutir til sølu

Við hesum verða ymiskir leysafælutir lýstir til sølu. Flestu lutirnir standa undir Krákugjógv, sí myndir.

Talan er um sølu frá einum likvidatiónsbúgvi. Búgvið innistendur ikki fyri, at lutir virka, ella at motarar kunnu starta. Alt verður selt uttan ábyrgd fyri búgvið.

Dekk:

19 stk. vulkaniserað dekk í 3 støddum:

7 stk. 305/70

4 stk. 315/ 80

8 stk. 315/70 (2205)

Latbilar og gravimaskina:

3 stk. eldri lastbilar uttan plátur, sum standa undir Krákugjógv. Lastbilur vid bláum húsi hevur ongan motor. 2 lastbilar við motorum, har kranarnir rigga.

Ein lastbilur av slagnum MAN, árg 2004. Stendur í Klaksvík. Ongar plátur og skal gjøgnum sýn fyri at fáa plátur á aftur.

Ein gomul Caterpillar gravmaskina. 2 ár síðani motorurin var í gongd. Tað skal nógv arbeiði til at fáa maskinuna í gongd aftur.

Ymiskir lutir:

Ein grá last, hol er í lastini.

3 lastir, sum liggja á Sundi.

Stativ og transportband.

Upprudding:

Økið undir Krákugjógv skal ruddast. Teir lutir, sum ikki verða seldir, skulu burturbeinast, og tað sama er galdandi fyri dekk, tangar, gaflar, ketu, jarn og olju.

Møguleiki er fyri at bjóða uppá einkultar lutir ella alt samlað. Økið skal ruddast, og allir lutirnir skulu av økinum til eina nærri avtalaða freist.

Likvidator tilskilar sær rætt til at velja og vraka millum innkomin boð og tilboð um at ruddað økið umframt at velja at selja alt samlað ella hvønn lut sær. Likvidator tilskilar sær eisini rætt at at vraka øll boðini.

Áhugað kunnu venda sær til Jógvan Elias Winther Poulsen, adv., á tlf. 660500 ella við telduposti á jewp@sokn.fo

 

Boð er á kr. 200.000 fyri allar leysafælutirnar íroknað upprudding av stykkinum.

Send fyrispurning

Seljari

660500
Jekaragøta 10, 100 Tórshavn
https://sokn.fo