Leysafæ
Targabátur til sølu
Talan er um ein Targa 27 við flybridge, Volvo Penta D4-300hk motori og DPH drevi.
Báturin er frá 1999, men varð nýggjur motorur og nýtt drev sett í bátin áleið í 2016 og er hámarksferðin umleið 34 míl.
Motorurin hevur koyrt í 325 tímar og er olja og fyltur skift árliga, meðan zinkanodur eru skiftar eftir tørvi.
Tá motorurin varð skiftur í 2016, varð fylgjandi skift eisini:
- Síðuskrúvan framman
- Radarin
- Gps’arin
- Sjálvstýrarin
- Regulatorarnir
Í 2022 vóru akkumolatorar og ljóskastari somuleiðis skift.
Báturin hevur fyri tað mesta staðið inni í neysti, so ikki kann sigast, at hann er nógv slitin, men sæst okkurt smávegis brúksslit.
Um bátin er annars at siga:
- at hann er 796cm til longdar
- at hann er 295cm breiður
- at hann stingur 160cm og
- at hann hevur fýra sovipláss.
Av útgerð hevur báturin - umframt omanfyri nevndu - fylgjandi:
- Dekksljós framman og aftan
- Vhf
- Kaffimaskinu
- Vatntanga
- Vesikummu
- Vask og tvey gassbluss
- Trim flaps
- Kumpass
- Tvær automatiskar el-snellur
- Radio
- Landstreym
Vegleiðandi prísuppskot er kr. 695.000,-.
Gevið gætur, at seljari tilskilar sær rætt til at velja og vraka millum øll innkomin boð, herundir at vraka øll.
Meir kunning fæst við at venda sær til Eyðin Djurhuus, á tlf. 257429 ella á teldupost eydin_djurhuus@hotmail.com