Leysafæ

Søla av kapitalpørtum í Sp/f Orkufelagnum

Søla av kapitalpørtum í Sp/f Orkufelagnum

Vegna ein klient verða smápartabrøv í Sp/f Orkufelagnum hervið lýst til sølu. Talan er um 1.223 smápartabrøv á nominelt 50 kr. pr. stk. Hetta svarar til ein ognarlut á 6,8% av samlaða kapitalinum í felagnum. Neyðugt er ikki at keypa allan ognarlutin, men ávísar treytir eru til min. keypsupphædd. 

Orkufelagið er eitt føroyskt holdingfelag, sum eigur allan partapeningin í P/F Magn, ið er ein av Føroya størstu veitarum av olju og brennievni. Magn eigur 100% av Demich og 40% av vindmyllulundini í Flatnahaga.

Áhugaðir keyparar, sum lúka krøvini, kunnu fáa nærri kunning, herundir atgongd til tilfar og avmarkaða due diligence, við at undirskriva eina trúnaðaravtalu. Vinaliga setið tykkum í samband við advokat Kára Davidsen, Faroe Law, á kda@faroelaw.fo.

Freistin at biðja um tilfar er 15. juli 2024.

Hendan fráboðan er ikki at meta sum eitt prospekt og er gjørd á tí grundarlagi, at eitt og hvørt útboð av virðisbrøvum, sum sipað verður til í hesi fráboðan, er undantikið kravinum um at skriva prospekt, sbrt. § 2, stk. 1, nr. 4, í bkg. nr. 180 av 14. marts 2006, av tí at min. keypsupphæddin er min. 50.000 euro pr. íleggjara.

Omanfyri nevnda fráboðan er ikki at meta sum eitt tilboð um at keypa partabrøv, men sum ein innbjóðing at luttaka í einari sølutilgongd. Seljarin tilskilar sær rætt til ikki at selja ella at seta aðra sølutilgongd í verk eftir egnum tykki.

Send fyrispurning

Seljari

66 99 00
Magnus Heinasonar gøta 10, 100 Tórshavn
www.faroelaw.fo