Leysafæ

Sp/F Pólar til sølu
Seinasta boð: 2.000.000 kr

Sp/F Pólar til sølu

Vælkenda fyritøkan Pólar er til sølu.

Pólar er í millum manna eisini er kent sum akkumulatorhandilin og akkumulatorvirkið.
Talan er um, at øll partabrøvini í Sp/F Pólar er til sølu í einum. Keypari keypir sostatt smápartafelagið Pólar við øllum rættindum og skyldum, sum felagið hevur.

Fyritøkan Pólar virkar í leigaðum hølum í Sigmundargøtu 26 og Sigmundargøtu 28. Tað er við Rættará, sum er beint vestanfyri Skálatrøð. Fyritøkan kann halda fram í somu hølum, um nýggi eigarin ynskir tað.

Pólar er ein sera gomul og væletablerað fyritøka, sum hevur ein sera stóran kundaskara.

Seljari ynskir eina skjóta sølutilgongd, og tí verða partabrøvini boðin til sølu við umleið 40% avsláttri í mun til virðismetingina av felagnum.
Skjót tilgongd merkir, at áhugaðir keyparar, sum hugsa at bjóða upp á partabrøvini, vera mæltir til at geva seg til kennar beinanvegin. 

Áhugaðir keyparar kunnu seta seg í samband við Axia Advokatar og spyrja um at fáa útflýggja sølutilfar.

Samband:

Axia Advokatar
Janus Rein
Tlf 722 000
janus@axia.fo

Aktuel boð upp á partabrøvini skulu sendast skrivliga til Axia Advokatar saman við váttan um fígging ella tøkum gjaldføri.

Seinasta boð er 2.000.000 krónur.
Boðið er galdandi inntil fríggjadagin 1. mai klokkan 14:00

Skjóta sølutilgongd
Boð eru bert galdandi í 24 tímar!

Kunning 1. mai 2020
-- Partabrøvini í Sp/F Pólar eru seld --

 

Send fyrispurning

Seljari

720 000
Láarvegur 42, 100 Tórshavn
www.axia.fo/