Fastogn

Annað
Kambsdalur
Prísuppskot: 4.500.000 kr

Bygningur til sølu

Vegna konkursbúgvið Sp/f Klima Energi Service undir trotabúsviðgerð, skrás. nr. 8055, verður ognin matr. nr. 871 dt, Fuglafjørður, við ástandandi vinnubygningi lýstur til sølu fyri hægstbjóðandi.

Grundstykkið er tinglýst til 2.100 m2. Bygningurin hevur eina gólvvídd á umleið 300 m2.

Talan er um ein vinnubygning við skrivstovu og goymsluhøll. Bygningurin er í síni heild ikki liðugur, men er goymsluhøllin nærum liðug. Í tí partinum av bygninginum, har skrivstovan er, er veggur settur upp, og gjørt er klárt til neyðugar installatiónir. Skrivstovan er ætlað innrættað við inngongd til kontór/køk, gongd, vesi og brúsurúmi. Frá gongini er møguligt at fara inn í goymsluhøllina. Goymsluhøllin er innrættað í einum stórum rúmi við atgongd til eina hems uppi yvir skrivstovuhølinum.

Í goymsluhøllini er goymsla til VVS, ventilatión og hitapumpur. Ognin verður seld við ella uttan goymslu til hægstbjóðandi. Nærri lýsing av goymsluni er at finna á ogn.fo Boðið skal tí greitt tilskila, um boðið er við ella uttan goymsluna.

Prísuppskot: Kr. 4.500.000,00.

Búgvið skilar sær rætt til frítt at velja og vraka ímillum innkomnu boðini, soleiðis sum hesi tæna búnum best ella ikki at taka av nøkrum boði. Fyri at bjóða er tað neyðugt at nýta hjálagda boðskjal, ið skal latast umvegis teldupost til skrivaran, Elin Svínoy Hansen á els@jura.fo

Nærri fæst at vita við at venda sær til Óla Jákup Kristoffersen, advokat, tlf. 353335 ella 211817, ojk@jura.fo ella Teit Friduson Andreasen, advokatfulltrúa, tlf. 293337, tea@jura.fo ella til skrivaran, Elin Svínoy Hansen, els@jura.fo

Boðsskjal HER

 

Send fyrispurning

Seljari

35 33 35
Frúutrøð 4, Postboks 6, 110 Tórshavn
www.jura.fo
Lánútroknari
Keypsprísur
Eginpeningur
Bankafígging:
Rentustuðul (%)
35
Renta (%)
Afturgjaldstíð í árum
Mánaðarligt gjald (uml):
Rentustuðul:
Netto mðr gjald:
Útrokningin er vegleiðandi og tekur støði í einari rentu á 5,6% og eini afturgjaldstíð á 25 ár. Spurningin um rentu og afturgjaldstíð má keypari greiða við sín peningastovn. Heldur ikki er tikin hædd fyri stovningarprovisión, møguligari tinglýsing og øðrum kostnaðum. Rentustuðulin á 35% og hámarksupphæddin á kr. 100.000,00 er ásett við lóg, men kann eisini broytast.

Aðrar ognir í sama øki

Ognir í konkursbúgvi til sølu
-
-
-
-
-