Fastogn

Sethús
Granagøta 8
Prísuppskot: 3.000.000 kr
Seinasta boð: 3.200.000 kr

Sethús, Granagøta 8 – 100 Tórshavn

Boð innkomið á kr. 3.200.000,00.

Gevið gætur:

Boðið er galdandi í tveir dagar eftir, at seljandi búgvið hevur havt høvi til at taka støðu til boðið, tó ikki longri enn fýra vikur frá 16.02.2026. Hetta merkir, at hóast fýra vikur ikki eru gingnar, so kann boðið verða góðtikið ella vrakað í tíðarbilinum á fýra vikur og tískil kann tað vera ov seint at bjóða, um ein ætlar at bjóða beint áðrenn fýra vikur eru farnar.

Við hesum verður ognin matr.nr. 1145o, Tórshavn – Granagøta 8, Tórshavn, lýst til sølu, um hóskandi boð fæst.

 

Talan er um sethús frá 1986, sum liggja væl fyri í friðarligum og barnavinarligum umhvørvi. Grundøkið við sethúsunum er 390 m2 og húsini eru uml. 98 m2 til støddar í tveimum hæddum – undirhædd og loftshædd, umframt einum bilhúsið á 34 m2 til støddar.

 

Húsini eru nærri innrættað soleiðis:

Undirhædd:

Durur, gongd við trappu upp til loftshædd, køkur, stova, 2 kømur, baðirúm og fýrrúm/vaskirúm.

Loftshædd:

Alrúm við køksskapilsi, 3 kømur og baðirúm.

 

Húsini treingja til ábøtur.

 

Húsini verða seld vegna deyðsbúgv og fyriliggur húsaskoðan og ognarskiftistrygging í sambandi við søluna.

 

Tilskilaður verður rættur til at vraka og velja millum innkomin boð, herundir at vraka øll.

 

Vegleiðandi mettur kontantprísur: kr. 3.000.000,00.

 

Minsta yvirboð kr. 50.000,-.

 

Um bjóðast skal, verður hetta boðskjal at fylla út og senda okkum aftur saman við váttan um fígging.

 

Fyri at umbiðja sølutilfar, kunnu tit venda tykkum til:

Sigrid Midjord, skrivara á tlf.nr. 203040 ella á teldupost sm@lawfirm.fo

 

Adressa:
Granagøta 8
Um ognina:
Slag
:   Sethús
Grundøki
:   390 m²
Hæddir
:   2
Búvídd
:   158 m²
Byggiár
:   1986

Send fyrispurning

Seljari

20 30 40
Lucas Debesar gøta 8, Postbox 359, 110 Tórshavn
www.lawfirm.fo
Lánútroknari
Keypsprísur
Eginpeningur
Bankafígging:
Rentustuðul (%)
35
Renta (%)
Afturgjaldstíð í árum
Mánaðarligt gjald (uml):
Rentustuðul:
Netto mðr gjald:
Útrokningin er vegleiðandi og tekur støði í einari rentu á 5,6% og eini afturgjaldstíð á 25 ár. Spurningin um rentu og afturgjaldstíð má keypari greiða við sín peningastovn. Heldur ikki er tikin hædd fyri stovningarprovisión, møguligari tinglýsing og øðrum kostnaðum. Rentustuðulin á 35% og hámarksupphæddin á kr. 100.000,00 er ásett við lóg, men kann eisini broytast.