Fastogn
Stór sethús í Fútalág 4
Hesi stóru og rúmligu húsini við stórum garði og stórum grundstykki standa væl fyri mitt í Havnini.
Grundstykkið er 928 m2.
Tað eru tríggjar hæddir í húsunum og ein útbygningur.
Stovuhæddin er 185 m2
Loftshæddin er 138,5 m2
Kjallarahæddin er 185 m2
Útbygningur er 25,5 m2
Húsini eru í tveimum sjálvstøðugum búeindum. Tað størra búeindin við 7 kømrum er eystanfyri og minna búeindin við 2 kømrum er vestanfyri.
Eystara búeindin
Eystara búeindin hevur egna hitaskipan við oljufýring og egnan el-málara.
Eystara búeindin er innrættað til bústað í miðhædd og loftshædd.
Í miðhæddini er durur og gongd, stór og rúmlig stova, køkur, baðirúm, 4 kømur og uppgongd niðan á loftshæddina.
Í loftshæddini er stór stova, baðirúm og 2 kømur.
Til eystaru búeindina hoyrir ein stórur hjallur og øll kjallarahæddin. Kjallarahæddin er innrættað við fýrrúmi og vaskirúmi, 2 arbeiðsrúm. Ein partur av kjallarahæddini er krúpikjallari.
Vestara búeindin
Tað er sjálvstøðug íbúð í vestara partinum av húsunum, sum er renoverað í 2024.
Vestara búeindin hevur egnan el-málara og egna hitaskipan við luft-til-vatn hitapumpu.
Búeindin er í tveimum hæddum. Í niðaru hæddini er inngongd, baðirúm og køkur og stova í einum við trappu upp á loft. Í ovaru hæddini eru tvey kømur og ves.
Tað er tinglýstur búrættur í íbúðini, sum keyparin má virða.
Áhugaði eru vælkomin at venda sær til
Djóna Thomassen á telefon nr. 788400, djoni@adv.fo ella á facebook
Djóni Thomassen, adv.
Bøgøta 16, Postboks 164
110 Tórshavn
Aðrar ognir í sama øki

