Fastogn

Sethús
Sandvík
Seinasta boð: 180.000 kr

Hús í Sandvík

Vegna ein veðhavara, sum hevur yvirtikið ognina matr. nr. 457, Hvalba, eini sethús, sum liggja í Sandvík, selja vit hesa ognina.

Grundøkið er 598 m2 við ástandandi sethúsum. Sethúsini standa Uttan Kirkju 2 í Sandvík í trimum hæddum og tilhoyrandi bilhúsi. Húsini eru upprunaliga bygd í 1930 og hava fingið ábøtur í 2011. Ábøturnar í 2011 fevna um útskifting av vindeygum og úthurð, og húsini eru klædd við trýstimprigneraðum brettum og bjálvað innanundir. Vindeyguni mangla tilsetningar innanfyri. Ketilin er frá 2005.

Gjørt verður vart við, at fýrur er staðfestur í bjálkalagnum í kjallara. Tað er ikki komandi upp á ovasta loft fyri at kanna sperrur, og tí kann einki sigast um standin av sperrum og um møguligan fýr her.

Innrætting

Miðhædd:

  • Tvær stovur
  • Køkur
  • Baðirúm
  • Gangur
  • Trappuhol

Í alt gott 40 m2.

Loft:

  • Tvey kømur í alt uml. 28 m2

Kjallari:

  • Kjallararúm

Seljarin hevur ikki latið gjørt húsaskoðan, og tí verður heldur ikki bjóðað ognarskiftistrygging.

Neyvari upplýsingar fáast við at venda sær til Óla Jákup Kristoffersen, advokat, tlf. 35 33 35 ella teldupost ojk@jura.fo, ella skrivaran, Elin Svínoy Hansen, teldupost els@jura.fo

Adressa:
Sandvík
Um ognina:
Slag
:   Sethús
Grundøki
:   598 m²
Hæddir
:   3
Byggiár
:   1930

Send fyrispurning

Seljari

35 33 35
Frúutrøð 4, Postboks 6, 110 Tórshavn
www.jura.fo
Lánútroknari
Keypsprísur
Eginpeningur
Bankafígging:
Rentustuðul (%)
35
Renta (%)
Afturgjaldstíð í árum
Mánaðarligt gjald (uml):
Rentustuðul:
Netto mðr gjald:
Útrokningin er vegleiðandi og tekur støði í einari rentu á 5,6% og eini afturgjaldstíð á 25 ár. Spurningin um rentu og afturgjaldstíð má keypari greiða við sín peningastovn. Heldur ikki er tikin hædd fyri stovningarprovisión, møguligari tinglýsing og øðrum kostnaðum. Rentustuðulin á 35% og hámarksupphæddin á kr. 100.000,00 er ásett við lóg, men kann eisini broytast.

Aðrar ognir í sama øki

Sethúsaogn við uttangarðsluti og traðarstykki í Vági til sølu
Smillavegur 9, 900 Vágur
-
-
-
4587
-
Prísuppskot: 400.000 kr