Fastogn
Tvingsilssøla – Niðri á Sandi 1, Søldarfjørður
Týsdagin 25. mars 2025 kl. 13.00 verður í Føroya rætti, rættarsali 1, C. Pløyensgøta 1, 100 Tórshavn, hildin tvingsilssøla yvir ognina matr. nr. 97, Søldarfjørður, ið liggur Niðri á Sandi 1, 660 Søldarfjørður (AS 2-9/2024).
Talan er um eini sethús í trimum hæddum. Grundøkið er sambært tingbókini 326 m2. Ongar upplýsingar eru um stødd av húsunum.
Húsini eru í høvuðsheitum innrættað soleiðis:
Í miðhæddini er ein gongd, ein lítil køkur, wc v/brúsu, ein stova og eitt lítið kamar. Trappur eru frá gongini niður í kjallaran, sum er óinnrættaður, tó er eitt lítið rúm, sum møguliga kann brúkast sum kamar, og eisini er ein garaga.
Á loftinum eru tvey sovikømur og eitt baðiverilsi. Stovan og garagan blivu uppíbygd einaferð seinast í 60'unum ella fyrst í 70'unum, og annars eru húsini rættiliga gomul.
Innrætningurin er eitt sindur gamal og treingir til modernisering. Ognin treingir til viðlíkahald.
Byggiár er ókent.
Grundin er stoypt, og klædningurin er úr timbri.
Hitaskipan: Oljufýring og ketil.
Til húsini er egin innkoyring og parkeringspláss.
Áhugað mugu sjálvi kanna stødd og viðurskifti annars í samband við ognina og standin av ognini.
Við einum tvingsilssøluboði uppá kr. 400.000 skal sambært pkt. 7 í tvingsilssøluuppstillingini stillast trygd, stór kr. 152.816,00.
Skeytishavari sambært tingbók: Jákup Pauli Kristiansen.
Tvingsilssølan er umbiðin av búnum eftir Annu Helenu Joensen v/Biritu Sandberg Samuelsen, advokati, Jekaragøta 10, 100 Tórshavn, tlf. 660500, birita@sokn.fo, j. nr. 13120, sum kann geva nærri upplýsingar um ognina.
Tvingsilssølu uppgerð kann umbiðjast hjá omanfyri nevnda advokati ella hyggjast ígjøgnum í Føroya rætti.