Fastogn

Sethús
Víkarvegur 2, Kvívík
Prísuppskot: 1.700.000 kr
Seinasta boð: 1.800.000 kr
Galdandi til 23-01-2025 kl. 12:00

Hús í Kvívík

Við hesum verða húsini Víkarvegur 2, matr. nr. 83, Kvívík lýst til sølu.

Byggiár 1913. Húsini eru í trimum hæddum, lágur kjallari, miðhædd og loft.

Mát uttan umleið 40 m2 hvør hæddin, loft umleið 25 m2 gólvvídd og útbygningur umleið 13 m2.

Kjallari: Inngongd, baðirúm og vaskirúm/fýrrúm og kjallararúm.

Miðhædd: Inngongd, durur/gongd við atgongd til altan/útigólv, baðirúm og køkur/alrúm/stova.

Loft: Kamar, úti á lofti/kamar og vesi.

Húsini liggja væl fyri beint við skúla og barnagarð við góðum útsýni. Urtagarður er omanfyri húsini.

Grundøkið er ikki víddarroknað, men verður mett til umleið 220 m2.

Prísuppskot, sum ikki er bindandi, er kr. 1.700.000,00. Tað stendur seljaranum frítt fyri at velja millum innkomin boð og til ongum at taka av.

Áhugað kunnu venda sær til sud@jura.fo, frp@jura.fo ella á telefon 353335.

Boðskjal fæst her.

Kortskjal sæst her.

Tak niður støðulýsing
Adressa:
Víkarvegur 2, Kvívík
Um ognina:
Slag
:   Sethús
Grundøki
:   220 m²
Hæddir
:   3
Byggiár
:   1913
Støðulýsing:
Støðulýsing fyriliggur

Send fyrispurning

Seljari

35 33 35
Frúutrøð 4, Postboks 6, 110 Tórshavn
www.jura.fo
Lánútroknari
Keypsprísur
Eginpeningur
Bankafígging:
Rentustuðul (%)
35
Renta (%)
Afturgjaldstíð í árum
Mánaðarligt gjald (uml):
Rentustuðul:
Netto mðr gjald:
Útrokningin er vegleiðandi og tekur støði í einari rentu á 5,6% og eini afturgjaldstíð á 25 ár. Spurningin um rentu og afturgjaldstíð má keypari greiða við sín peningastovn. Heldur ikki er tikin hædd fyri stovningarprovisión, møguligari tinglýsing og øðrum kostnaðum. Rentustuðulin á 35% og hámarksupphæddin á kr. 100.000,00 er ásett við lóg, men kann eisini broytast.