Fastogn
Íbúðarbygningur í Tórshavn til sølu
Íbúðarbygningurin Børkugøta 2, matr. nr. 1365ap í Tórshavn til sølu
Talan er um áhugaverdan íbúðarbygning við nógvum møguleikum og annars eisini føstum leigusáttmála.
Ognin fevnir um grundøki á 530 fermetrar og tveir samanbygdar bygningar hvør á um 127,5 fermetra gólvvídd.
Byggiár 1984/85
Bygningarnir hava hvør sína høvuðsdyr og durð. Síðani er trappuuppgongd, 6 kømur á 12 fermetrar, 2 baðirúm og ovast køkur/stova í einum á 29,3 fermetrar.
Ognin tilsamans telur sostatt 12 kømur, 4 baðirúm, 2 høvuðsdyr og durðar, 2 trappuuppgongdir og 2 ferðir køkur/stova.
Ognin er leypandi dagførd seinastu árini og framstendur í góðum standi.
Ognin er og hevur í gjøgnum nógv ár verið langtíðarútleigað. Verandi leigisáttmáli, sum er dagførdur og longdur nakrar ferðir, gongur inntil juni 2025.
Leigan er umleið 385.000 krónur um árið. Leigari rindar fyri EL og hita umframt innanhýsis viðlíkhald.
Ognin er annars eisini sera vælegnað til ferðavinnu, herundir Bed & Breakfast ella Airbnb, Booking.com etc.
Prísuppskot: 6.500.000 krónur.
Boð eru vælkomin.
Áhugaðir keyparar kunnu síggja og gjøgnumganga ognina eftir nærri avtalu.
Fyri nærri tekninska kunning um ognina, herundir innihald og standin á henni, kunnu áhugaðið seta seg í samband við seljara umvegis teldupost til eddie212100@gmail.com
Janus P. Rein advokatur hjá LEKS Advokatfirma stendur fyri søluni.
Boð skulu sendast skrivliga til janus@advokat.fo
Tlf. 277300