Fastogn

Íbúð
Heimasta Horn 30-3,3, 100 Tórshavn
Prísuppskot: 3.500.000 kr
Seinasta boð: 3.350.000 kr
Galdandi til 21-05-2024 kl. 16:00

Eigaraíbúð á Heimasta Horni til sølu

Við hesum verður eigaraíbúð á Heimasta Horni 30-3,3, 100 Tórshavn, lýst til sølu.


Deilig, snøgg og rúmlig íbúð á Heimasta Horni til sølu. Íbúðin liggur væl fyri í vesturbýnum og inniheldur alt, sum húskinum tørvar við alskyns hentleikum í nærumhvørvinum, sum eitt nú miðnámsskúla, fólkaskúla, ansingarstovnum og handlum.

Uttan fyri ognina eru góð parkeringsviðurskifti og gott busssamband.

Talan er um eina íbúð, sum liggur á triðju hædd við avbera vøkrum útsýni.

Ognin er ein partur av matr.nr. 1119e, Tórshavn, og hava eigarar skyldu og rætt til at vera limir í eigarafelagnum Heimasta Horn. Viðtøkur fyri eigarafelagið kunnu síggjast her. Galdandi húsareglur kunnu lesast her. Gjaldið til eigarafelagið er í løtuni áljóðandi kr. 1.000,00, um mánaðin.

Innrætting
Sambært tingbókini er tunbglýsta búvíddin 111 m2.

Íbúðin er innrættað soleiðis:

-          Durur:

-          Køkur

-          2 kømur

-          Stór stova

-          Altan

-          Ves  

Til íbúðina hoyrir eitt depotrúm í kjallaranum og eitt frámerkt parkeringspláss umframt nøkur ómerkt parkeringspláss til gestir.

Støðulýsing

Húsini verða seld vegna deyðsbúgv og fyriliggur eingin húsaskoðan í sambandi við søluna, av tí at talan er um eina íbúð í einum íbúðarblokki. Tað er tískil heldur ikki møguligt at tekna eigaraskiftistrygging í sambandi við keyp/sølu av íbúðini.

Boð og vegleiðandi prísur

Tilskilaður verður rættur til at vraka og velja millum innkomin boð, herundir at vraka øll.

Vegleiðandi mettur kontantprísur: kr. 3.500.000,00.

Minsta yvirboð kr. 50.000,-.

 

Um bjóðast skal, verður hetta boðskjal at fylla út og senda okkum aftur saman við váttan um fígging - boðskjal.

 

Áhugað kunnu venda sær til:

Jónas Tór Næs, adv. á tlf. 222838 ella á jtn@faroelaw.fo

https://www.google.com/maps/@62.0016798,-6.8064741,3a,75y,314.05h,77.32t/data=!3m7!1e1!3m5!1sK6HSSUqa5TdAL76w7SnwYA!2e0!6shttps:%2F%2Fstreetviewpixels-pa.googleapis.com%2Fv1%2Fthumbnail%3Fpanoid%3DK6HSSUqa5TdAL76w7SnwYA%26cb_client%3Dmaps_sv.tactile.gps%26w%3D203%26h%3D100%26yaw%3D321.72803%26pitch%3D0%26thumbfov%3D100!7i13312!8i6656?entry=ttu
Adressa:
Heimasta Horn 30-3,3, 100 Tórshavn
Um ognina:
Slag
:   Íbúð
Hæddir
:   1

Send fyrispurning

Seljari

66 99 00
Magnus Heinasonar gøta 10, 100 Tórshavn
www.faroelaw.fo
Lánútroknari
Keypsprísur
Eginpeningur
Bankafígging:
Rentustuðul (%)
35
Renta (%)
Afturgjaldstíð í árum
Mánaðarligt gjald (uml):
Rentustuðul:
Netto mðr gjald:
Útrokningin er vegleiðandi og tekur støði í einari rentu á 5,6% og eini afturgjaldstíð á 25 ár. Spurningin um rentu og afturgjaldstíð má keypari greiða við sín peningastovn. Heldur ikki er tikin hædd fyri stovningarprovisión, møguligari tinglýsing og øðrum kostnaðum. Rentustuðulin á 35% og hámarksupphæddin á kr. 100.000,00 er ásett við lóg, men kann eisini broytast.