Fastogn

Annað
Hvítanesvegur 37, 188 Hoyvík

Trøð við ábygdum sethúsum í Hoyvík

UPPBOÐSSØLAN ER ÚTSETT - Nýggjur uppboðssøludagur verður upplýstur so skjótt hesin er ásettur!

Almenn sjálvboðin uppboðssøla

?dagin tann ?, kl. ? verður á Dómaraskrivstovuni, C. Pløyensgøta 1, 100 Tórshavn, hildin uppboðssøla yvir ognina matr. nr. 79a, Hoyvík, sum liggur á Hvítanesvegi 37, 188 Hoyvík.

Talan er um eina trøð við ábygdum sethúsum í tveimum hæddum, umframt hjalli, hoyggjhúsi og drívhúsi. Sambært húsaskoðan frá 20.12.2018 er útvendigt mát av húsinum 140,1 m2 x 2 hæddir, hjallurin er 14 m2, hoyggjhúsið 29,6 m2 og drívhúsið 45,5 m2. Alt útvendig mát. Eisini er eitt lítið úthús, sum tó er í vánaligum standi.

Trøðin er ikki formliga víddarroknað, men sambært matrikulkortinum er víddin 11.895 m2. Harav eru uml. 9.280 m2 í A1-sethúsaøki og restin 4. grundumráði.

Á ognina eru lýstar byrðar um m.a. bygging, víðarisølu v.m., afturskeytan, ikki lutast sundur, helvtarpening og vetrarbit. Spurningar um nevndu byrðar eru tiknir upp í samráði við Búnaðarstovnuna, sum skrivliga hevur nágreina praksis á økinum, umframt greitt frá um ítøkiligu rættindini, sum vilja verða gjørd galdandi í sambandi við fyriliggjandi ogn.

Húsini hava stoyptan sokkul, klædningur er úr timbri, við termovindeygum úr timbri, og tekjan er eternit.

Húsini eru bygd umleið 1971 og eru innrættaði soleiðis:

Í niðaru hæddini eru:

  • Durur
  • Gongd
  • Stórt trappurúm
  • Stova
  • 4 kømur
  • Goymslurúm
  • Baðirúm við brúsu og wc
  • Stórt fýrrúm
  • Kjallari/vaskirúm

Í ovaru hæddini eru:

  • 4 kømur
  • Køkur
  • Stór stova við útgongd til terassu
  • Stór altan
  • Eitt baðirúm við brúsu og wc
  • Eitt baðirúm við baðikari og wc
  • Inngongd/gongd/trappurúm
  • Timburtrappa er millum hæddirnar.

Hjallurin er bygdur uml. 1973-74 og drívhúsið uml. 1980-82.

Sum heild treingja bæði húsini og úthúsini til ábøtur bæði innan og uttan. Húsaskoðan er gjørd tann 20.12.2018, sum lýsir hesi viðurskifti nærri.

Innbúgv er ikki við í uppboðssøluni.

Viðmerkjast skal at húsini liggja væl fyri, við sera góðum útsýni, atkomumøguleikum og busssamband.

Við einum tvingsilssøluboðu upp á 8.500.000,00 skal, sambært pkt. 7 í tvingsilssøluuppstillingini, skal stillast trygd stór kr. 108.187,50.

Skeytishavari sambært tingbók, er búgvið eftir Hans Magnus Sigmund Frank í Hoyvík.

Uppboðssølan er umbiðin av Kristinu Samuelsen, adv., Gr. Kambansgøta 17, 100 Tórshavn, tlf. 511883 (sak nr. 20170032), sum kann geva nærri upplýsingar um ognina.

Opið hús við tilmelding verður ?.

Søluuppgerð, við serligum uppboðssølutreytum er gjørd, við tað at talan er um eina sjálvbodna uppboðssølu, og fæst hendan við at venda sær til Kristinu Samuelsen, adv., ella til fútarættin.

Tak niður støðulýsing
Adressa:
Hvítanesvegur 37, 188 Hoyvík
Um ognina:
Slag
:   Annað
Grundøki
:   11853 m²
Hæddir
:   2
Búvídd
:   280 m²
Byggiár
:   1971
Støðulýsing:
Støðulýsing fyriliggur

Send fyrispurning

Seljari

51 18 83
Gr. Kambansgøta 17 kj., 100 Tórshavn
www.advokatur.fo
Lánútroknari
Keypsprísur
Eginpeningur
Bankafígging:
Rentustuðul (%)
35
Renta (%)
Afturgjaldstíð í árum
Mánaðarligt gjald (uml):
Rentustuðul:
Netto mðr gjald:
Útrokningin er vegleiðandi og tekur støði í einari rentu á 5,6% og eini afturgjaldstíð á 25 ár. Spurningin um rentu og afturgjaldstíð má keypari greiða við sín peningastovn. Heldur ikki er tikin hædd fyri stovningarprovisión, møguligari tinglýsing og øðrum kostnaðum. Rentustuðulin á 35% og hámarksupphæddin á kr. 100.000,00 er ásett við lóg, men kann eisini broytast.

Aðrar ognir í sama øki

Bygningur í Vágsbotni til sølu
-
-
3
208
-
Prísuppskot: 5.500.000 kr
Vinnu-/handilsbygningur í Vágsbotni
Vágsbotnur 4, Tórshavn
-
-
3
573
1856
Prísuppskot: 12.000.000 kr