Fastogn

Sethús
Heygsvegur 46, Toftir
Prísuppskot: 1.725.000 kr
Seinasta boð: 1.250.000 kr
Galdandi til 12-12-2023 kl. 12:00

Hús á Toftum

Við hesum verður sethúsaognin Heygsvegur 46, matr. nr. 449, Toftir, lýst til sølu.

Húsini eru bygd í 1967. Kjallari, miðhædd og loft. Vegleiðandi mát uttan 107 m2, loft umleið 64 m2.

Kjallari: Óinnrættaður.

Miðhædd: Durur, gangur, køkur við spísikamari, lítið rúm oman frá køkinum, spísistova, dagligstova, hjúnarúm, kamar, baðirúm, vesi, gongd niður í kjallara og uppá loft og hjallur.

Loft: Fýra kømur, tvey størri og tvey smærri, umframt rúm úti á lofti.

Takið er skift í 1989, tá eisini takvindeygað og vindeygu í miðhæddini eru skift. Nakað av klædningi er skift tá eisini.

Grundøkið er umleið 1030 m2. Omanfyri húsini er bøur og niðanfyri er urtagarður.

Húsini standa frítt fyri í veðurgóðum øki tætt við skúla, svimjihyl, barnagarð, ítróttaøki og handil.

Vegleiðandi prísuppskot er kr. 1.725.000. Prísuppskotið er ikki bindandi.

Boðskjal kann heintast her.

Tilboð um ognarskiftistrygging er útvegað.

Áhugað kunnu venda sær til Fríðu Patursson, frp@jura.fo, ella Sunnevu Davidsen, sud@jura.fo, ella á tlf. 353335.

Tak niður støðulýsing
Adressa:
Heygsvegur 46, Toftir
Um ognina:
Slag
:   Sethús
Grundøki
:   1030 m²
Byggiár
:   1967
Støðulýsing:
Støðulýsing fyriliggur

Send fyrispurning

Seljari

35 33 35
Frúutrøð 4, Postboks 6, 110 Tórshavn
www.jura.fo
Lánútroknari
Keypsprísur
Eginpeningur
Bankafígging:
Rentustuðul (%)
35
Renta (%)
Afturgjaldstíð í árum
Mánaðarligt gjald (uml):
Rentustuðul:
Netto mðr gjald:
Útrokningin er vegleiðandi og tekur støði í einari rentu á 5,6% og eini afturgjaldstíð á 25 ár. Spurningin um rentu og afturgjaldstíð má keypari greiða við sín peningastovn. Heldur ikki er tikin hædd fyri stovningarprovisión, møguligari tinglýsing og øðrum kostnaðum. Rentustuðulin á 35% og hámarksupphæddin á kr. 100.000,00 er ásett við lóg, men kann eisini broytast.

Aðrar ognir í sama øki

Økir til íbúðarbygging á Skála til sølu
-
-
-
-
-
Prísuppskot: 1.572.500 kr
Sethús - Víkavegur 76, 700 Klaksvík
Víkavegur 76, 700 Klaksvík
111
-
2
324
-
Prísuppskot: 2.300.000 kr
Vinnugrundstykki matr. nr. 47 aa, á Rituvíkshálsi til sølu
-
-
-
-
-