Fastogn

Sethús
Undir Heygnum 24, 100 Tórshavn

Tvingsilssølan er AFTURKALLAÐ - Undir Heygnum 24, 100 Tórshavn

 

Tvingsilssølan 30. november 2023, kl. 13:00, yvir ognina Undir Heygnum 24, 100 Tórshavn er AFTURKALLAÐ.

 

Tvingsilssøla                                       

Hósdagin 30. november 2023, kl. 13:00 verður í Føroya rætti, C. Pløyensgøta 1, 100 Tórshavn hildin tvingsilssøla yvir ognina matr.nr. 1002 al, ið liggur Undir Heygnum 24, 100 Tórshavn  (AS-2-7/2022).

 

Talan er um eini sethús við kjallara-, stovu- og loftshædd umframt undirkjallara.

Sambært tingbókini  er grundøkið umleið 460 kvm.

Húsini eru í høvuðsheitum innrættaði soleiðis:

 

Undirkjallari:

Fýrrúm  við oljufýri og brenniovni og 3 kjallararúm.

 

Kjallari:

Durur, kamar, rúm við køliskápi, wc v/brúsu og vaskimaskinu, opið kjallararúm, lítið kjallararúm, lítið rúm við vask, wc v/brúsu, stórt kjallararúm við úthurð.

 

Miðhædd:

a)      Íbúð

Inngongd, køkur/spísistova, lítið skrivstovurúm, gongd, stova við hurð út á altan, sovikamar og wc v/brúsu.

b)      Íbúð

Inngongd, gongd, wc v/brúsu og vaskimaskinu, 3 kømur, køkur/spísistova umframt hurð til trappu uppá loft.

 

Loftshædd:

Gongd, har trappa kemur upp frá miðhæddini, køkur, uppihaldsrúm við hurð út á altan, 5 kømur og wc v/brúsu og vaskimaskinu.

 

Húsini treingja til nýgerð og viðlíkahald.

Sambært upplýsingum frá eigaranum er hvør hæddin umleið 125 kvm. umframt undirkjallaran.

 

Áhugaði mugu sjálvi kanna stødd og viðurskifti annars í sambandi við ognina. Áhugaði mugu við serkønari hjálp kanna ognina nærri.

 

Við einum tvingsilssøluboði uppá kr. 3.000.000,- skal, sambært pkt. 7 í tvingsilssøluuppstillingini, stillast trygd stór kr. 683.817,50.

 

Skeytishavari sambært tingbók:  Marius Ludvig Jensen.

 

Tvingsilssølan er umbiðin av P/F Maria Poulsen v/Jógvan E. Ellefsen, adv., Advokatfelagið, Lucas Debesar gøta 8, 100 Tórshavn, tlf. 203040 (sak nr. 5670001), sum kann geva nærri upplýsingar um ognina.

 

Tvingsilssøluuppgerð kann umbiðjast hjá nevnda advokati ella hyggjast ígjøgnum í Føroya Rætti.

Adressa:
Undir Heygnum 24, 100 Tórshavn
Um ognina:
Slag
:   Sethús
Grundøki
:   460  m²
Hæddir
:   3 - og undirkjallari
Búvídd
:   125 kvm. hvør hæddin m²

Send fyrispurning

Seljari

20 30 40
Lucas Debesar gøta 8, Postbox 359, 110 Tórshavn
www.lawfirm.fo
Lánútroknari
Keypsprísur
Eginpeningur
Bankafígging:
Rentustuðul (%)
35
Renta (%)
Afturgjaldstíð í árum
Mánaðarligt gjald (uml):
Rentustuðul:
Netto mðr gjald:
Útrokningin er vegleiðandi og tekur støði í einari rentu á 5,6% og eini afturgjaldstíð á 25 ár. Spurningin um rentu og afturgjaldstíð má keypari greiða við sín peningastovn. Heldur ikki er tikin hædd fyri stovningarprovisión, møguligari tinglýsing og øðrum kostnaðum. Rentustuðulin á 35% og hámarksupphæddin á kr. 100.000,00 er ásett við lóg, men kann eisini broytast.

Aðrar ognir í sama øki

Sjálvboðin almenn uppboðssøla
Dýrindalsgøta 7, 188 Hoyvík
212
-
3
500
2008
Nýtt boð
Spógvavegur 38, Tórshavn
Spógvavegur 38, Tórshavn
-
-
2
470
1981
Prísuppskot: 3.725.000 kr
Seinasta boð: 3.725.000 kr
Galdandi til 13-12-2023 kl. 10:00
Sethús, Traðagøta 12 – 160 Argir
Traðagøta 12, 160 Argir
226
-
3
246
1940
Prísuppskot: 3.000.000 kr
Marglætisogn á Ternuryggi til sølu - Tórugøta 26c, Tórshavn
Tórugøta 26C, Tórshavn
-
-
-
8,824
-
Prísuppskot: 8.000.000 kr