Fastogn

Sethús
Víkavegur 76, 700 Klaksvík
Prísuppskot: 2.300.000 kr

Sethús - Víkavegur 76, 700 Klaksvík

Ognin matr. nr. 149, Víkavegur 76, Klaksvík verður hervið sett til sølu.

Talan er um eini sethús í tveimum hæddum, har umfatandi umvælingar eru gjørdar í 2013. Húsini liggja væl fyri, hava egið parkeringspláss og gott útsýni.

Í ovaru hæddini er gongd við trappuniðurgongd, vesi og køkur og stova í einum. Í niðaru hæddini er trappugongd, baðirúm, 3 kømur og lítið kjallararúm.

Grundøkið er 324 m2 og húsini eru umleið 111 m2.

Runt um húsini er terassa, havi, parkeringspláss umframt skúrur við vaskirúmi og arbeiðsrúmi.

Húsini verða seld vegna deyðsbúgv og fyriliggur húsaskoðan í sambandi við søluna. Húsaskoðanin kann heintast í leinkjuni niðanfyri ”tak niður støðulýsing”. 

Tilboð um ognarskiftistrygging fyriliggur, sí Tilboð um ognarskiftistrygging.pdf. Seljari váttar at rinda helvtina av uppskotna tryggingarkostnaðinum vegna ognarskiftistryggingartilboð á 5 ár, um so er, at keypari tekur av, sí undirskrift seljari veitir játtan um ognarskiftrygging.pdf

 

Vegleiðandi prísuppskot kr. 2.500.000,00

Minsta yvirboð kr. 50.000,00

 

Um bjóðast skal, verður hetta boðskjal at fylla út og senda okkum aftur saman við váttan um fígging. Boðskjal.docx

 

Áhugað kunnu venda sær til:

Birgit á Heygum, adv.fulltrúi á tlf. 221805 ella birgit@adv.fo

Tak niður støðulýsing
Adressa:
Víkavegur 76, 700 Klaksvík
Um ognina:
Slag
:   Sethús
Grundøki
:   324 m²
Hæddir
:   2
Búvídd
:   111 m²
Støðulýsing:
Støðulýsing fyriliggur

Send fyrispurning

Seljari

35 17 10
Bøgøta 16, Postboks 164, 110 Tórshavn
www.adv.fo
Lánútroknari
Keypsprísur
Eginpeningur
Bankafígging:
Rentustuðul (%)
35
Renta (%)
Afturgjaldstíð í árum
Mánaðarligt gjald (uml):
Rentustuðul:
Netto mðr gjald:
Útrokningin er vegleiðandi og tekur støði í einari rentu á 5,6% og eini afturgjaldstíð á 25 ár. Spurningin um rentu og afturgjaldstíð má keypari greiða við sín peningastovn. Heldur ikki er tikin hædd fyri stovningarprovisión, møguligari tinglýsing og øðrum kostnaðum. Rentustuðulin á 35% og hámarksupphæddin á kr. 100.000,00 er ásett við lóg, men kann eisini broytast.

Aðrar ognir í sama øki

Nýtt boð
Hús á Toftum
Heygsvegur 46, Toftir
-
-
-
1030
1967
Prísuppskot: 1.725.000 kr
Seinasta boð: 1.250.000 kr
Galdandi til 12-12-2023 kl. 12:00
Økir til íbúðarbygging á Skála til sølu
-
-
-
-
-
Prísuppskot: 1.572.500 kr
Vinnugrundstykki matr. nr. 47 aa, á Rituvíkshálsi til sølu
-
-
-
-
-