Fastogn
Sethús í Sørvági við frálíkum útsýni yvir Sørvágsfjørð við tilhoyrandi uttangarðsluti til sølu
Við hesum verður ognin matr.nr. 296, Skúlabrekkan 3, 380 Sørvágur, lýst til sølu.
Ognin liggur í tveimum lutum og til ognina er knýttur uttangarðslutur í Norðurtriðingi, Norðaripartur.
Tann eini innangarðsluturin er eitt grundøkið við ástandi sethúsum og hjalli. Grundøkið er 456,2 m2 til støddar og húsini eru uml. 137 m2 í trimum hæddum – loft, miðhædd og kjallara. Allar hæddirnar eru innrættaðar.
Sethúsini eru innrættað soleiðis:
- Miðhædd: Durur og køkur og stova í einum.
- Loftshædd: Gongd, 3 kømur og ves.
- Kjallarahædd:Gongd, 2 kømur, fýrrúm og baðirúm. Baðirúmið, rúmið vestan fyri baðirúmið og runt kjallarahurð eru ikki gjørd liðug.
Sethúsini hava frálíkt útsýni yvir sørvágsfjørð og liggja væl fyri í bygdini, tætt við skúla og spælipláss og stutt er oman á m.a. sandin og fótbóltsvøllin.
Tað fyriliggur húsaskoðan og seljarans upplýsing í sambandi við søluna. Húsaskoðanin kann heintast niður á leinkjuni niðanfyri "Tak niður støðulýsing". Seljarans upplýsing kann heintast við at trýsta her.
Hin innangarðsluturin er til støddar 413 m2, staðsettur omanfyri landsvegin á veg niðan á flogvøllin.
Til ognina er knýttur uttangarðslutur á 1 gl. og 6 2/3 sk. í Norðurtriðingi, Norðaripartur, Sørvágur.
Boð og vegleiðandi prísur
Ognin verður seld í einum.
Tilskilaður verður rættur til at vraka og velja millum innkomin boð, herundir at vraka øll.
Vegleiðandi mettur kontantprísur: kr. 1.750.000,00,-.
Minsta yvirboð: kr. 50.000,-.
Um bjóðast skal, verður hetta boðskjal at fylla út og senda okkum aftur saman við váttan um fígging - Tú fært boðskjalið, við at trýsta her: boðskjal.
Áhugaði kunnu venda sær til:
Óla M. Hansen, adv. á tlf. 517313 ella á oha@faroelaw.fo.