Fastogn
Neyst til sølu
Við hesum verður neyst, ognin matr.nr 52b, Sørvágur, lýst til sølu.
Talan eru um eini neyst í Sørvági. Neystið liggur sambært byggisamtyktini í øki G, Neystaøkið. Byggisamtyktarteksturin kann lesast her.
Neystið verður selt í tí standi, sum tað er í.
Neystið er í tveimum hæddum, har gólvvíddin á hvørjari hædd er umleið 47 m2. Neystið mátar innan umleið 4,2x11,2 metrar. Neystið er samanbygt við matr.nr. 52b, sum eisini er eitt neyst. Í niðaru hæddini er eingin veggur millum neystini, matr.nr. 52a og matr.nr. 52b. El og vatn er lagt inn.
Tilskilaður verður rættur til at vraka og velja millum innkomin boð, herundir at vraka øll.
Vegleiðandi prísuppskot, sum ikki er bindandi, er kr. 300.000,00. Minsta yvirboð er kr. 10.000,00.
Tey, sum ynskja at bjóða, skulu fylla út boðskjal, sum skal sendast okkum aftur saman við váttan um fígging frá peningastovni.
Selt verður vegna deyðsbúgv.
Boðskjal kann heintast við at trýsta her.
Áhugað kunnu venda sær við telduposti til Óla Hansen, adv. á oha@faroelaw.fo ella á tlf. 517316.