Fastogn

Sethús
á Todnesi 26, 410 Kollafjørður
Prísuppskot: 2.000.000 kr
Seinasta boð: 2.300.000 kr

Sethús, á Todnesi 26 – 410 Kollafjørður

Boð komið á kr. 2.300.000,00

Gevið gætur:
Boðið er galdandi í tveir dagar eftir, at seljandi búgvið hevur havt høvi til at taka støðu til boðið, tó ikki longri enn fýra vikur frá 30.08.2023. Hetta merkir, at hóast fýra vikur ikki eru gingnar, so kann boðið verða góðtikið ella vrakað í tíðarbilinum á fýra vikur og tískil kann tað vera ov seint at bjóða, um ein ætlar at bjóða beint áðrenn fýra vikur eru farnar.

 

Við hesum verður ognin matr.nr. 68a, Kollafjørður – á Todnesi 23 og 26, Kollafjørður, lýst til sølu, um hóskandi boð fæst.

Talan er um sethús sunnanfyri bygdavegin og tvey úthús norðanfyri bygdavegin. Grundøkið við sethúsunum er 396 m2. Grundøkið við úthúsunum er ikki víddarroknað.

Sethúsini eru frá 2003, sum liggja væl fyri í friðarligum og barnavinarligum umhvørvi, við góðum útsýni. Sethúsini eru uml. 223 m2 í trimum hæddum – kjallari miðhædd og loft. Allar hæddirnar eru innrættaðar. Oman frá húsunum er ein stór garasja.

 

Húsini eru nærri innrættað soleiðis:

Miðhædd:

Durur/gongd við trappu upp til loftshædd, baðirúm, køkur við trappu niður til kjallarahædd og stova.

Loftshædd:

Gongd og 2 kømur.

Kjallarahædd:

Gongd, fýrrúm, toilet, 2 kømur og vaskirúm.

 

Omanfyri bygdavegin á sama matr.nr. eru tvey úthús. Hesi eru lagaði upp og summa staðni er grótið rapað niður.

 

Húsini verða seld vegna deyðsbúgv og fyriliggur húsaskoðan í sambandi við søluna. Húsaskoðanin kann heintast á leinkjuni niðanfyri "Tak niður støðulýsing".

Tilskilaður verður rættur til at vraka og velja millum innkomin boð, herundir at vraka øll.

Vegleiðandi mettur kontantprísur: kr. 2.000.000,00.

Minsta yvirboð kr. 50.000,-.

 

Um bjóðast skal, verður hetta boðskjal at fylla út og senda okkum aftur saman við váttan um fígging - Boðskjal.pdf

 

Áhugað kunnu venda sær til:

Sigrid Midjord, skrivara á tlf.nr. 203040 ella á teldupost sm@lawfirm.fo

 

Tak niður støðulýsing
Adressa:
á Todnesi 26, 410 Kollafjørður
Um ognina:
Slag
:   Sethús
Grundøki
:   396 m²
Hæddir
:   3
Búvídd
:   223 m²
Rúm
:   4
Byggiár
:   2003
Støðulýsing:
Støðulýsing fyriliggur

Send fyrispurning

Seljari

20 30 40
Lucas Debesar gøta 8, Postbox 359, 110 Tórshavn
www.lawfirm.fo
Lánútroknari
Keypsprísur
Eginpeningur
Bankafígging:
Rentustuðul (%)
35
Renta (%)
Afturgjaldstíð í árum
Mánaðarligt gjald (uml):
Rentustuðul:
Netto mðr gjald:
Útrokningin er vegleiðandi og tekur støði í einari rentu á 5,6% og eini afturgjaldstíð á 25 ár. Spurningin um rentu og afturgjaldstíð má keypari greiða við sín peningastovn. Heldur ikki er tikin hædd fyri stovningarprovisión, møguligari tinglýsing og øðrum kostnaðum. Rentustuðulin á 35% og hámarksupphæddin á kr. 100.000,00 er ásett við lóg, men kann eisini broytast.

Aðrar ognir í sama øki

Sethús, Traðagøta 12 – 160 Argir
Traðagøta 12, 160 Argir
226
-
3
246
1940
Prísuppskot: 3.000.000 kr
Marglætisogn á Ternuryggi til sølu - Tórugøta 26c, Tórshavn
Tórugøta 26C, Tórshavn
-
-
-
8,824
-
Prísuppskot: 8.000.000 kr