Fastogn

Jørð
Seinasta boð: 71.000 kr

1/3 partur av jørð í Svínoy við tilhoyrandi uttangarðsluti Úti í Líð til sølu

Boð komið á kr. 71.000,00

Gevið gætur:
Boðið er galdandi í tveir dagar eftir, at seljandi búgvið hevur havt høvi til at taka støðu til boðið, tó ikki longri enn fýra vikur frá 30.05.2023. Hetta merkir, at hóast fýra vikur ikki eru gingnar, so kann boðið verða góðtikið ella vrakað í tíðarbilinum á fýra vikur og tískil kann tað vera ov seint at bjóða, um ein ætlar at bjóða beint áðrenn fýra vikur eru farnar.

 

Við hesum verður 1/3 av jarðarstrykkinum matr.nr. 132, Svínoy við tilhoyrandi uttangarðsparti á 2 gyllin Úti í Líð lýst alment til sølu.

Talan er um inngarðsjørð á 3.223 m2 og 2 gyllin í hagapartinum Úti í Líð matr.nr. 157a, Svínoy.

Vegleiðandi prísuppskot kr. 7.000,00

Minsta yvirboð kr. 1.000,00

Um bjóðast skal, verður hetta boðskjal at fylla út og senda okkum aftur saman við váttan um fígging - Boðskjal.pdf

Selt verður vegna deyðsbúgv.

Tilskilaður verður rættur til at vraka og velja millum innkomin boð, herundir at vraka øll.

 

Áhugað kunnu venda sær til:

Petur Even Djurhuus, adv. ped@lawfirm.fo ella Sigrid Midjord, skrivara, tlf. 203040, sm@lawfirm.fo

 

Um ognina:
Slag
:   Jørð
Grundøki
:   3223 m²

Send fyrispurning

Seljari

20 30 40
Lucas Debesar gøta 8, Postbox 359, 110 Tórshavn
www.lawfirm.fo
Lánútroknari
Keypsprísur
Eginpeningur
Bankafígging:
Rentustuðul (%)
35
Renta (%)
Afturgjaldstíð í árum
Mánaðarligt gjald (uml):
Rentustuðul:
Netto mðr gjald:
Útrokningin er vegleiðandi og tekur støði í einari rentu á 5,6% og eini afturgjaldstíð á 25 ár. Spurningin um rentu og afturgjaldstíð má keypari greiða við sín peningastovn. Heldur ikki er tikin hædd fyri stovningarprovisión, møguligari tinglýsing og øðrum kostnaðum. Rentustuðulin á 35% og hámarksupphæddin á kr. 100.000,00 er ásett við lóg, men kann eisini broytast.