Fastogn
Jørð í Gásadali við tilhoyrandi uttangarðsluti í Víkahaga til sølu
Við hesum verður jarðarstykki matr. nr. 34, Gásadalur, við tilhoyrandi uttangarðsluti á 3 gyllin í Víkahaga, lýst til sølu
Sambært tingbókini er jarðarstykkið í Gásadali 2.610 m2 til støddar. Uttangarðsluturin í Víkahaga hevur matr.nr. 147b, Gásadalur.
Tilskilaður verður rættur til at vraka og velja millum innkomin boð, herundir at vraka øll.
Vegleiðandi prísuppskot, sum ikki er bindandi, er kr. 300.000,00. Minsta yvirboð er kr. 25.000,00.
Tey, sum ynskja at bjóða, skulu fylla út boðskjal, sum skal sendast okkum aftur saman við váttan um fígging frá peningastovni.
Selt verður vegna deyðsbúgv.
Boðskjal kann heintast her.
Áhugað kunnu venda sær við telduposti til Óla Hansen, adv. á oha@faroelaw.fo ella á tlf. 517316.
Seljari
Lánútroknari
Keypsprísur
Eginpeningur
Bankafígging:
Rentustuðul (%)
35
Renta (%)
Afturgjaldstíð í árum
Mánaðarligt gjald (uml):
Rentustuðul:
Netto mðr gjald:
Útrokningin er vegleiðandi og tekur støði í einari rentu á 5,6% og eini afturgjaldstíð á 25 ár. Spurningin um rentu og afturgjaldstíð má keypari greiða við sín peningastovn. Heldur ikki er tikin hædd fyri stovningarprovisión, møguligari tinglýsing og øðrum kostnaðum. Rentustuðulin á 35% og hámarksupphæddin á kr. 100.000,00 er ásett við lóg, men kann eisini broytast.
Aðrar ognir í sama øki
Selt

Jørð í Mykinesi við tilhoyrandi uttangarðsluti til sølu
Prísuppskot:
300.000 kr
Seinasta boð:
400.000 kr