Fastogn
Tvíhús í Miðvági til sølu
Við hesum verður ognin matr.nr 196, Miðvágur, Hoygarðsvegur 8, lýst til sølu.
Talan eru um eini tvíhús í Miðvági, sum eru í so mikið ringum standi, at tryggingin ikki vil tryggja húsini. Eingin húsaskoðan er gjørd.
Gólvvíddin í tvíhúsunum er umleið 19m2. Húsini eru í tveimum hæddum, tvs. tilsamans eru húsini umleið 38 m2. Sambært tingbókini er grundøkið 96 m2 til støddar, av hesum er 23 m2 ein veglutur.
Tilskilaður verður rættur til at vraka og velja millum innkomin boð, herundir at vraka øll.
Vegleiðandi prísuppskot, sum ikki er bindandi, er kr. 150.000,00. Minsta yvirboð er kr. 10.000,00.
Tey, sum ynskja at bjóða, skulu fylla út boðskjal, sum skal sendast okkum aftur saman við váttan um fígging frá peningastovni.
Selt verður vegna deyðsbúgv.
Boðskjal kann heintast her.
Áhugað kunnu venda sær við telduposti til oha@faroelaw.fo ella á tlf. 517316.