Fastogn
GRUNDSTYKKI Á GLYVRUM TIL SØLU
Eitt grundstykki millum Sýnarvegin og Glyvravegin, partur av matr.nr. 44a, Glyvrar, so sum lýst í viðlagda korti, verður hervið lýst til sølu.
Stykkið er tilvíddar umleið 2.708 m 2, tá eitt minni øki verður frábýtt, sum er skraverað í ovasta horni, og skal nýtast sum framhald av gøtu millum vegirnar.
Viðmerkjast skal, at vegaatkomumøguleikarnir til grundstykki eru avmarkaðir, tá hetta treytar samtykki frá grannum.
Stykkið verður selt hægstbjóðandi, tó soleiðis at prísuppskot verður ásettur til galdandi prís frá Búnaðarstovuni fyri almenna jørð fyri velt lendi, sum liggur í miðøki í Føroyum uppá kr. 110,00 pr. m 2, svarandi til 297.880,00.
Stykkið verður selt sambært treytað skeyti, og fer endaliga avhendingin fram, tá frámatrikuleringin er avgreidd. Keyparin rindar fyri frámatrikuleringina.
Nærri upplýsingar fáast við at venda sær til:
Bjørn á Heygum, adv.
Bøgøta 16
FO-100 Tórshavn
Tilf. 351710, mail: heygum@adv.fo
Aðrar ognir í sama øki

