Fastogn

Sethús
Gerðisvegur 41, 350 Vestmanna
Prísuppskot: 2.500.000 kr
Seinasta boð: 2.000.000 kr

Sethús, Gerðisvegur 41 – 350 Vestmanna

Boð komið á kr. 2.000.000,00

Gevið gætur:

Boðið er galdandi í tveir dagar eftir, at seljandi búgvið hevur havt høvi til at taka støðu til boðið, tó ikki longri enn fýra vikur frá 23.12.2022. Hetta merkir, at hóast fýra vikur ikki eru gingnar, so kann boðið verða góðtikið ella vrakað í tíðarbilinum á fýra vikur og tískil kann tað vera ov seint at bjóða, um ein ætlar at bjóða beint áðrenn fýra vikur eru farnar.

 

Við hesum verður ognin matr.nr. 11e, Vestmanna – Gerðisvegur 41, 350 Vestmanna, lýst til sølu, um hóskandi boð fæst.

 

Talan er um væl hildin sethús frá 1963, sum liggja við góðari staðseting í friðarligum og barnavinarligum umhvørvi við blindan veg og sera góðum útsýni yvir bygdina, landslagið og vágna.

 

Grundøkið er 1.081 m2 og húsini eru uml. 230 m2 í tveimum hæddum.

 

Húsini eru innrættað soleiðis:

Ovarahædd:

Durur/gongd v/trappu niður í kjallarahædd, køkur, stova, wc v/brúsu og 2 kømur.

 

Kjallarahædd:

Gongd/fýrrúm, 3 kømur, wc v/brúsu, vaskirúm, kjallararúm og arbeiðsrúm.

 

Harumframt er hjallur á 16 m2.

 

Húsini verða seld vegna deyðsbúgv og fyriliggur húsaskoðan í sambandi við søluna.

Tilskilaður verður rættur til at vraka og velja millum innkomin boð, herundir at vraka øll.

 

Vegleiðandi mettur kontantprísur: kr. 2.500.000,00.

Minsta yvirboð kr. 50.000,-.

Um bjóðast skal, verður hetta boðskjal at fylla út og senda okkum aftur saman við váttan um fígging - Boðskjal Gerðisvegur 41 Vestmanna.pdf

 

Áhugað kunnu venda sær til:

Sigrid Midjord á tlf.nr. 203040 ella á teldupost sm@lawfirm.fo

Tak niður støðulýsing
Adressa:
Gerðisvegur 41, 350 Vestmanna
Um ognina:
Slag
:   Sethús
Grundøki
:   1081 m²
Hæddir
:   2
Búvídd
:   230 m²
Byggiár
:   1963
Støðulýsing:
Støðulýsing fyriliggur

Send fyrispurning

Seljari

20 30 40
Lucas Debesar gøta 8, Postbox 359, 110 Tórshavn
www.lawfirm.fo
Lánútroknari
Keypsprísur
Eginpeningur
Bankafígging:
Rentustuðul (%)
35
Renta (%)
Afturgjaldstíð í árum
Mánaðarligt gjald (uml):
Rentustuðul:
Netto mðr gjald:
Útrokningin er vegleiðandi og tekur støði í einari rentu á 5,6% og eini afturgjaldstíð á 25 ár. Spurningin um rentu og afturgjaldstíð má keypari greiða við sín peningastovn. Heldur ikki er tikin hædd fyri stovningarprovisión, møguligari tinglýsing og øðrum kostnaðum. Rentustuðulin á 35% og hámarksupphæddin á kr. 100.000,00 er ásett við lóg, men kann eisini broytast.

Aðrar ognir í sama øki

Marglætisogn á Ternuryggi til sølu - Tórugøta 26c, Tórshavn
Tórugøta 26C, Tórshavn
-
-
-
8,824
-
Prísuppskot: 9.000.000 kr
Sethús, Jansstovugøta 14 – 100 Tórshavn
Jansstovugøta 14, 100 Tórshavn
247
-
3
343
-
Prísuppskot: 3.000.000 kr