Fastogn
Marglætisogn á Ternuryggi til sølu - Tórugøta 26c, Tórshavn
Við hesum verður matr.nr. 1469, Tórshavn lýst til sølu.
Talan er um eina serstaka ogn á 8.824m2, sum liggur í náttúrvakra og friðaliga umhvørvinum á Ternuryggi og er nærmasti granni Hoydalsá.
Á ognini eru:
- sethús,
- grillhytta,
- tvey úthús,
- fuglahús,
- ein tjørn og
- tvær rossagiringar.
Sethúsini eru innrættaði soleiðis:
Í loftshædd er alrúm, tvey kømur, vesi-/brúsurúm, altan og klædnarúm.
Í stovuhædd er køkur, hjallur, glas-/havastova, vesi-/brúsurúm, durur, tvær stovur og terassa.
Í kjallarahæddini er baðirúm, vesirúm, fýrrúm, durur, tvey depotrúm, kamar og vásarúm/bryggers.
Annað úthúsið er innrættað soleiðis:
Snotilig stova við vesi og té-køki og verður hetta brúkt til listasavn. Harumframt eru rossaboksir, nógv stór fuglabúður, goymslurúm og drykkjustovu(barr).
Hitt úthúsið er partvíst innrættað sum fuglabúður og partvíst sum havastova við frálíkum útsýni oman yvir Ternurygg.
Ognin verður seld í sambandi við viðgerð av deyðsbúgvi og fyriliggur húsaskoðan í sambandi við søluna.
Tilskilaður verður rættur til at vraka og velja millum innkomin boð, herundir at vraka øll.
Vegleiðandi prísuppskot: kr. 9.000.000,-.
Minsta yvirboð kr. 50.000,-.
Um bjóðast skal, verður hetta boðskjal at fylla út og senda okkum aftur saman við váttan um fígging - Boðskjal.pdf
Áhugað kunnu venda sær til:
Petur Even Djurhuus, adv. á teldupost ped@lawfirm.fo ella Sigrid Midjord, skrivara, á tlf. 203040 ella á teldupost sm@lawfirm.fo