Fastogn

Sethús
Lambareiðisvegur 2, Lamba
Prísuppskot: 1.800.000 kr

Sethús á Lambareiði

Vegna deyðsbúgv verður ognin matr. nr. 43, Lambareiðisvegur 2, Lamba, lýst til sølu.

Húsini eru í einari hædd við hjalli, tilsamans uml. 112 m2. Undir húsunum er krúpikjallari.

Húsini eru bygd í 1971.

Tey eru innrættað soleiðis:

Durur, gangur, køkur, stova, baðirúm, eitt størri kamar og tvey smærri, fýrrúm/vaskirúm. Grundøkið er ikki víddarroknað, men er leysliga mett 470 fermetrar.

Húsini hava serstakliga gott útsýni yvir meginpartin av Skálafjørðinum. Busssteðgipláss er beint við.

Vegleiðandi prísuppskot, sum ikki er bindandi, er kr. 1.800.000. Seljarin tilskilar sær rætt at velja millum innkomin tilboð og til ongum at taka av.

Minsta yvirboð er kr. 25.000.

Tey, sum ynskja at bjóða, skulu fylla út boðskjal, sum skal sendast okkum aftur saman við váttan
um fígging frá peningastovni.

Áhugað kunnu síggja húsini hósdagin 20. september 2022 millum kl. 16.00 og 17.00. Neyðugt er at siga frá hjá undirritaðu frammanundan

Boðskjal kann heintast her.

Áhugað kunnu venda sær til Advokatskrivstovuna, Frúutrøð 4, 100 Tórshavn, Fríðu Patursson,
adv. frp@jura.fo ella skrivaran Anniku Reginsdóttir Olsen, tlf. nr. 353335

Tak niður støðulýsing
Adressa:
Lambareiðisvegur 2, Lamba
Um ognina:
Slag
:   Sethús
Grundøki
:   470 m²
Hæddir
:   1
Búvídd
:   112 m²
Byggiár
:   1971
Støðulýsing:
Støðulýsing fyriliggur

Send fyrispurning

Seljari

35 33 35
Frúutrøð 4, Postboks 6, 110 Tórshavn
www.jura.fo
Lánútroknari
Keypsprísur
Eginpeningur
Bankafígging:
Rentustuðul (%)
35
Renta (%)
Afturgjaldstíð í árum
Mánaðarligt gjald (uml):
Rentustuðul:
Netto mðr gjald:
Útrokningin er vegleiðandi og tekur støði í einari rentu á 5,6% og eini afturgjaldstíð á 25 ár. Spurningin um rentu og afturgjaldstíð má keypari greiða við sín peningastovn. Heldur ikki er tikin hædd fyri stovningarprovisión, møguligari tinglýsing og øðrum kostnaðum. Rentustuðulin á 35% og hámarksupphæddin á kr. 100.000,00 er ásett við lóg, men kann eisini broytast.

Aðrar ognir í sama øki

Framsýning 10. okt 2022 kl. 12:00
Hús í Klaksvík til sølu
Uppsalagøta 64, 700 Klaksvík
147
-
332
1900
Prísuppskot: 1.000.000 kr
Sethús, Garðavegur 28 – 700 Klaksvík
Garðavegur 28, 700 Klaksvík
120
-
2
335
1956
Prísuppskot: 1.400.000 kr