Fastogn

Sethús
Nicolaj Mohrsgøta 2, Hoyvík
Prísuppskot: 4.300.000 kr

Sethús í Nicolaj Mohrsgøtu 2, í Hoyvík

Hugnalig sethús, sum standa í sera vøkrum, góðum og vælumtóktum umhvørvi.

Talan er um vælgjørd hús í tveimum hæddum, og í niðaru hæddini er íbúð.

Betondekk er millum hæddirnar.

Húsini verða seld vegna deyðsbúgv.

Sambært tingbókini er víddin á grundøkinum 1170 m2

Húsaskoðan fyriliggur, eins og ognarskiftistrygging verður bjóðað.

Sambært húsaskoðanini er víddin (vegleiðandi mát):

  • Bústaður: 107,6 m2 x 2 = 215,2 m2
  • Garaga/Fýrrúm:                   48,7 m2
  • Hjallur:                                     6,3 m2

Upprunatekninger eru til skjals, har mát o.a. eisini er upplýst.

Í ovaru hæddini eru durur/gongd, tvey kømur, baðirúm, stova og køkur v/atgongd út á altan.

Í niðaru hæddini er íbúð við egnari inngongd, ið er innrættað við duri/gongd, køki og stovu í einum, kamari og baðirúmi. Umframt er í kjallaranum, vaski-/kjallararúm, lítil køkur, vesi og kamar.

Í garaguni er fýrrúm.

Ein hjallur er á stykkinum, leysur av húsunum.

Uttanum húsini er garður, sera hugnaligur havi og innkoyring.

 

Vegleiðandi prísuppskot, sum ikki er bindandi, er kr. 4,3 mill.

Seljararnir tilskila sær rætt til at velja millum innkomin tilboð og til ongum at taka av.

Minsta yvirboð: kr. 25.000,00.

Tey, sum ynskja at bjóða, skulu fylla út boðskjal, sum skal sendast okkum aftur saman við váttan um fígging frá peningastovni: Boðskjal

 

Áhugað kunnu venda sær til Eyðhild Skaalum, adv. Dr. Jakobsensgøta 3, Tórshavn, tlf. 788040, eydhild@advokatur.fo

Tak niður støðulýsing
Adressa:
Nicolaj Mohrsgøta 2, Hoyvík
Um ognina:
Slag
:   Sethús
Grundøki
:   1170 m²
Hæddir
:   2
Búvídd
:   215,2  m²
Byggiár
:   1975
Støðulýsing:
Støðulýsing fyriliggur

Send fyrispurning

Seljari
Lánútroknari
Keypsprísur
Eginpeningur
Bankafígging:
Rentustuðul (%)
35
Renta (%)
Afturgjaldstíð í árum
Mánaðarligt gjald (uml):
Rentustuðul:
Netto mðr gjald:
Útrokningin er vegleiðandi og tekur støði í einari rentu á 5,6% og eini afturgjaldstíð á 25 ár. Spurningin um rentu og afturgjaldstíð má keypari greiða við sín peningastovn. Heldur ikki er tikin hædd fyri stovningarprovisión, møguligari tinglýsing og øðrum kostnaðum. Rentustuðulin á 35% og hámarksupphæddin á kr. 100.000,00 er ásett við lóg, men kann eisini broytast.

Aðrar ognir í sama øki

Marglætisogn á Ternuryggi til sølu - Tórugøta 26c, Tórshavn
Tórugøta 26C, Tórshavn
-
-
-
8,824
-
Prísuppskot: 9.000.000 kr
Sethús, Jansstovugøta 14 – 100 Tórshavn
Jansstovugøta 14, 100 Tórshavn
247
-
3
343
-
Prísuppskot: 3.000.000 kr