Fastogn

Sethús
Garðavegur 28, 700 Klaksvík
Prísuppskot: 1.400.000 kr

Sethús, Garðavegur 28 – 700 Klaksvík

Við hesum verður ognin matr.nr. 1333, Klaksvík – Garðavegur 28, 700 Klaksvík, lýst til sølu, um hóskandi boð fæst.

 

Talan er um sethús frá 1956, sum liggja væl fyri í friðarligum og barnavinarligum umhvørvi, tætt við, skúla, barðagarð, handil v.m.

 

Grundøkið er 335 m2 og húsini eru uml. 120 m2 í tveimum hæddum.

 

Húsini eru innrættað soleiðis:

Ovasta hædd:

Durur/gongd við trappuniðurgongd og lemmi til ovastaloft, køkur og stova í einum og baðirúm.

 

Niðarahædd:

Gongd/fýrrúm, 4 kømur og vaskirúm.

 

Hjallur stendur við inngongina til ovastu hæddina.  

 

Húsini verða seld vegna deyðsbúgv og fyriliggur húsaskoðan í sambandi við søluna.

 

Tilskilaður verður rættur til at vraka og velja millum innkomin boð, herundir at vraka øll.

 

Vegleiðandi mettur kontantprísur: kr. 1.400.000,00.

 

Minsta yvirboð kr. 50.000,-.

 

Um bjóðast skal, verður hetta boðskjal at fylla út og senda okkum aftur saman við váttan um fígging - Boðskjal.pdf

 

Áhugað kunnu venda sær til:

Sigrid Midjord, skrivara á tlf.nr. 203040 ella á teldupost sm@lawfirm.fo

 

Tak niður støðulýsing
Adressa:
Garðavegur 28, 700 Klaksvík
Um ognina:
Slag
:   Sethús
Grundøki
:   335 m²
Hæddir
:   2
Búvídd
:   120 m²
Byggiár
:   1956
Støðulýsing:
Støðulýsing fyriliggur

Send fyrispurning

Seljari

20 30 40
Lucas Debesar gøta 8, Postbox 359, 110 Tórshavn
www.lawfirm.fo
Lánútroknari
Keypsprísur
Eginpeningur
Bankafígging:
Rentustuðul (%)
35
Renta (%)
Afturgjaldstíð í árum
Mánaðarligt gjald (uml):
Rentustuðul:
Netto mðr gjald:
Útrokningin er vegleiðandi og tekur støði í einari rentu á 5,6% og eini afturgjaldstíð á 25 ár. Spurningin um rentu og afturgjaldstíð má keypari greiða við sín peningastovn. Heldur ikki er tikin hædd fyri stovningarprovisión, møguligari tinglýsing og øðrum kostnaðum. Rentustuðulin á 35% og hámarksupphæddin á kr. 100.000,00 er ásett við lóg, men kann eisini broytast.