Fastogn

Sethús
Toftavegur 21, Toftir
Seinasta boð: 1.200.000 kr
Galdandi til 22-07-2022 kl. 11:00

Sethús á Toftum til sølu

Sethúsini Toftavegur 21, Toftir, til sølu.

Ognin verður seld vegna deyðbúgv.
Seinasta boð á 1.200.000 krónur er galdandi inntil fríggjadagin 22/7 klokkan 11:00. Ognin verður seld fyri hesa upphædd, um annað boð ikki er komið innan ta tíð. 

Sethúsini, sum eru í trimum hæddum, og eru bygd í 1923, liggja væl fyri á Toftum.
Klædningurin er úr plast, tekjan úr aluminium og vindeyguni úr træ.

Kjallari 49 m2: Ikki innrættaður kjallari við betonggólvi og umleið 1,8-1,9 m fríhædd.
1. Hædd 49 m2: Durður, bæðiverilsi, køkur, spískamar og tvær stovur.
2. Hædd 28 m2: Uppgongd, miðrúm og trý kømur.

Rúmligur hjállur á 16,5 m2 við hems og kjallararúmi stendur leysur av sethúsinum.

Sethús og hjallur krevja ymsar ábøtur.

Húsaskoðan upp á ognina er gjørd - hendan sæst niðanfyri í leinkjuni "tak niður støðulýsing". 

Tað tekur 10 minuttir at koyra til Havnar frá ognini.

Framsýning verður hósdagin hin 14. juli frá klokkan 12:00 til 13:00. Vinarligast boða frá luttøku til janus@advokat.fo um tú ynskir at koma til framsýning. Fráboðan kann eisini sendast umvegis sms-boð til tlf 722000.

Spurningar og boð upp á ognina biðast send til Janus Rein, LEKS Advokatfirma, janus@advokat.fo og Fart. 722000

Øll boð skulu vera galdandi í mist 48 tímar og í samband við boð skal váttan um gjaldføri/fígging eisini viðleggjast.

Tak niður støðulýsing
Adressa:
Toftavegur 21, Toftir
Um ognina:
Slag
:   Sethús
Grundøki
:   303 m²
Hæddir
:   3
Búvídd
:   126 m²
Byggiár
:   1923
Støðulýsing:
Støðulýsing fyriliggur

Send fyrispurning

Seljari

72 00 00
undir Bryggjubakka 21, 100 Tórshavn
www.advokat.fo
Lánútroknari
Keypsprísur
Eginpeningur
Bankafígging:
Rentustuðul (%)
35
Renta (%)
Afturgjaldstíð í árum
Mánaðarligt gjald (uml):
Rentustuðul:
Netto mðr gjald:
Útrokningin er vegleiðandi og tekur støði í einari rentu á 5,6% og eini afturgjaldstíð á 25 ár. Spurningin um rentu og afturgjaldstíð má keypari greiða við sín peningastovn. Heldur ikki er tikin hædd fyri stovningarprovisión, møguligari tinglýsing og øðrum kostnaðum. Rentustuðulin á 35% og hámarksupphæddin á kr. 100.000,00 er ásett við lóg, men kann eisini broytast.