Fastogn

Sethús
Ognarvegur 6, Skopun
Prísuppskot: 1.700.000 kr

Sethús í Skopun

Vegna deyðsbúgv verður ognin matr.nr. 503d, Ognarvegur 6, Skopun, lýst til sølu.

Húsini eru tvær hæddir: undirhædd og loft. Undir húsinum er krúpikjallari. Harafturat er garaga og ein lítil millumbygningur við vaski-/fýrrúmi. Garasja og millumbygningur eru ikki liðug og krevja ábøtur.

Húsini eru frá 2007 og garagan frá 2013.

Í niðaru hæddini er gongd, stova, køkur, kamar, baðirúm og hjúnarkamar. Í loftshæddini eru tvey kømur, stova og wc. Húsini standa í friðarligum umhvørvi. Roykt hevur verið inni í húsinum.

Grundøkið er sambært tingbókini 505 m2.

Vegleiðandi prísuppskot, sum ikki er bindandi, er kr. 1.700.000,00. Seljarin tilskilar sær rætt til at velja millum innkomin tilboð og til ongum at taka av.

Minsta yvirboð: kr. 25.000,00.

Tey, sum ynskja at bjóða, skulu fylla út boðskjal, sum skal sendast okkum aftur saman við váttan um fígging frá peningastovni: Boðskjal

Skipað verður fyri framvísing mikudagin tann 22. juni 2022, kl. 16:30 -18:00 við tilmelding.

Áhugað kunnu venda sær til Kristinu Samuelsen, adv. Dr. Jakobsensgøta 3, Tórshavn, tlf. 511883, ks@advokatur.fo

Tak niður støðulýsing
Adressa:
Ognarvegur 6, Skopun
Um ognina:
Slag
:   Sethús
Grundøki
:   505 m²
Hæddir
:   2
Búvídd
:   126 m²
Byggiár
:   2007
Støðulýsing:
Støðulýsing fyriliggur

Send fyrispurning

Seljari

51 18 83
Dr. Jakobsensgøta 3, 100 Tórshavn
www.advokatur.fo
Lánútroknari
Keypsprísur
Eginpeningur
Bankafígging:
Rentustuðul (%)
35
Renta (%)
Afturgjaldstíð í árum
Mánaðarligt gjald (uml):
Rentustuðul:
Netto mðr gjald:
Útrokningin er vegleiðandi og tekur støði í einari rentu á 5,6% og eini afturgjaldstíð á 25 ár. Spurningin um rentu og afturgjaldstíð má keypari greiða við sín peningastovn. Heldur ikki er tikin hædd fyri stovningarprovisión, møguligari tinglýsing og øðrum kostnaðum. Rentustuðulin á 35% og hámarksupphæddin á kr. 100.000,00 er ásett við lóg, men kann eisini broytast.