Fastogn
Neystagrund í Sørvági til sølu
Boð komið á kr. 30.000,00
”Gevið gætur:
Boðið er galdandi í tveir dagar eftir, at seljandi búgvið hevur havt høvi til at taka støðu til boðið, tó ikki longri enn fýra vikur frá 11.05.2022. Hetta merkir, at hóast fýra vikur ikki eru gingnar, so kann boðið verða góðtikið ella vrakað í tíðarbilinum á fýra vikur og tískil kann tað vera ov seint at bjóða, um ein ætlar at bjóða beint áðrenn fýra vikur eru farnar.”
Við hesum verður óbygda neystagrundin matr.nr. 57a, Sørvágur lýst til sølu um hóskandi boð fæst.
Ognin er 31m2 til víddar.
Ognin verður seld vegna deyðsbúgv.
Tilskilaður verður rættur til at vraka og velja millum innkomin boð, herundir at vraka øll.
Vegleiðandi prísuppskot kr. 50.000,00.
Minsta yvirboð kr. 5.000,00.
Um bjóðast skal, verður hetta boðskjal at fylla út og senda okkum aftur saman við váttan um fígging.Boðskjal.pdf
Áhugað kunnu venda sær til:
Sigrid Midjord, skrivara, tlf.nr. 203040 ella á teldupost sm@lawfirm.fo