Fastogn

Hús við Gøtugjógv
Vegna Føroya skiftirætt verður ognin matr.nr. 7, Við Gjónna 3, Gøtugjógv, lýst til sølu.
Húsini eru bygd í 1940-árunum og eru í trimum hæddum, 2 á uml. 58 m2 og loft uml. 35m2,
mált uttan. Harafturat eru tveir útbygningar.Kjallari: Lutvíst innrættaður.
Miðhædd: Durur, gangur, stova/kamar við útgongd til altan, lítið wc, kamar, køkur, tvær stovur.
Loft: Tvey smá og eitt størri kamar, baðiverisli.
Húsini eru ikki dagførd og krevja ábøtur, sí húsaskoðan.
Húsini standa væl fyri í náttúruvøkrum og barnavinarligum umhvørvi við sera góðum útsýni yvir
Gøtuvík.
Grundøkið er ikki víddarroknað, men er við fyrivarni uml. 435 m2.
Prísuppskot, vegleiðandi: kr. 1.000.000,00.
Seljaranum stendur frítt at velja millum innkomin tilboð og til ongum at taka av.
Áhugað kunnu venda sær til Advokatskrivstovuna, Frúutrøð 4, Tórshavn, tlf. 353335, Fríðu
Patursson, adv. frp@jura.fo ella skrivaran Anniku R. Olsen, aro@jura.fo.
Matrikulkort her
Boðskjal her