Fastogn
Trøð við partsvís bústaðarøki í Gøtugjógv til sølu
Boð komið á kr. 850.000,00
Gevið gætur:
Boðið er galdandi í tveir dagar eftir, at seljandi búgvið hevur havt høvi til at taka støðu til boðið, tó ikki longri enn fýra vikur frá 02.05.2022. Hetta merkir, at hóast fýra vikur ikki eru gingnar, so kann boðið verða góðtikið ella vrakað í tíðarbilinum á fýra vikur og tískil kann tað vera ov seint at bjóða, um ein ætlar at bjóða beint áðrenn fýra vikur eru farnar.
Matr.nr. 2, Gøtugjógv – við Gjónna 8, 511 Gøtugjógv
Við hesum verður ognin matr.nr. 2, Gøtugjógv, lýst til sølu um hóskandi boð fæst.
Talan er um trøð á 14.122 m2, har uml. 800 m2 liggur í bústaðarøki. Eitt úthús er niðarlaga á trøðni.
Sambært byggisamtyktini hjá Eysturkommunu er talan um partvíst frílendi og partvíst bústaðarøki, og verður víst til ásetingarnar hesum viðvíkjandi.
Ognin verður seld vegna deyðsbúgv.
Tilskilaður verður rættur til at vraka og velja millum innkomin boð, herundir at vraka øll.
Vegleiðandi mettur kontantprísur: kr. 1.000.000,-
Minsta yvirboð kr. 20.000,-
Um bjóðast skal, verður hetta boðskjal at fylla út og senda okkum aftur saman við váttan um fígging Boðskjal.pdf
Áhugað kunnu venda sær til:
Sigrid Midjord, skrivara, tlf.nr. 203040 ella á teldupost sm@lawfirm.fo