Fastogn

Sethús

TVINGSILSSØLA - Ognin matr.nr. 124, Vágur

TVINGSILSSØLA
 

Fríggjadagin tann 21. januar  2022, kl. 13:15 verður í Føroya rætti, C. Pløyensgøtu 1, 100 Tórshavn hildin tvingsilssøla yvir ognina matr.nr. 124, Vágur  (AS nr. 2-5/2021).

 

Talan er um eini sethús í tveimum hæddum.

 

Sambært tingbókini er grundøkið umleið 338 kvm.

 

Húsini eru í høvuðsheitum innrættaði soleiðis:

 

1. Ovara hædd: Durur/inngongd, v/lemmi og trappu niður í kjallara, kamar umframt stova og køkur í einum.

 

2. Kjallari: Kjallararúm við oljufýri og trappu við tilhoyrandi lemmi upp í durin á ovaru hædd, wc v/baðikari, 2 kømur umframt gongd við úthurð. 

 

Húsini eru í sera vánaligum standi, og treingja til ógvuliga nógva nýgerð og viðlíkahald.

 

Ongar álítandi upplýsingar fyriliggja um stødd á húsinum, men sambært upplýsingum hjá P/F Suðuroyar Sparikassa er skrásett, at búvíddin er 100 kvm.

 

Áhugaði mugu sjálvi kanna stødd og viðurskifti annars í sambandi við ognina. Áhugaði mugu við serkønari hjálp kanna ognina nærri.

 

Við einum tvingsilssøluboði uppá kr. 600.000,00 skal, sambært pkt. 7 í tvingsilssøluuppstillingini, stillast trygd stór kr. 179.350,50.

 

Skeytishavari sambært tingbók:  Sámal Pauli Johannesen.

 

Tvingsilssølan er umbiðin av P/F Suðuroyar Sparikassa v/Jógvan E. Ellefsen, adv., Advokatfelagið, Lucas Debesar gøta 8, 100 Tórshavn, tlf. 203040 (sak nr. 5879801), sum kann geva nærri upplýsingar um ognina.

 

Tvingsilssøluuppgerð kann umbiðjast hjá nevnda advokati ella hyggjast ígjøgnum í Føroya rætti.

Um ognina:
Slag
:   Sethús
Grundøki
:   338 m²
Hæddir
:   2
Búvídd
:   100 m²

Send fyrispurning

Seljari

20 30 40
Lucas Debesar gøta 8, Postbox 359, 110 Tórshavn
www.lawfirm.fo
Lánútroknari
Keypsprísur
Eginpeningur
Bankafígging:
Rentustuðul (%)
35
Renta (%)
Afturgjaldstíð í árum
Mánaðarligt gjald (uml):
Rentustuðul:
Netto mðr gjald:
Útrokningin er vegleiðandi og tekur støði í einari rentu á 5,6% og eini afturgjaldstíð á 25 ár. Spurningin um rentu og afturgjaldstíð má keypari greiða við sín peningastovn. Heldur ikki er tikin hædd fyri stovningarprovisión, møguligari tinglýsing og øðrum kostnaðum. Rentustuðulin á 35% og hámarksupphæddin á kr. 100.000,00 er ásett við lóg, men kann eisini broytast.

Aðrar ognir í sama øki

Sethúsaogn í Froðba
Undir Skorum 11, 925 Froðba
2
-
2
973
-
Prísuppskot: 630.000 kr