Fastogn

Sethús
Flatnavegur 1, 350 Vestmanna
Prísuppskot: 2.400.000 kr

Sethús, Flatnavegur 1 – 350 Vestmanna

Við hesum verður ognin matr.nr. 94r, Vestmanna – Flatnavegur 1, 350 Vestmanna, lýst til sølu, um hóskandi boð fæst.

Talan er um sethús frá 1974, sum liggja mitt í bygdini og liggja væl fyri í friðarligum og barnavinarligum umhvørvi, tætt við, skúla, ítróttarhøll, spælipláss v.m.

Grundøkið er 416 m2 og húsini eru uml. 232 m2 í trimum hæddum – loft, miðhædd og kjallari. Allar hæddir eru innrættaðar.

 

Húsini eru innrættað soleiðis:

Loftshædd:

Uppihaldsrúm v/trappuniðurgongd, loftsrúm, WC v/brúsu og 2 kømur.

Miðhædd:

Gongd v/trappuuppgongd til loft og trappuniðurgongd til kjallara, køkur, stova, WC v/brúsu og 2 kømur.

Kjallarahædd:

Íbúð við køki og stovu í einum, WC v/brúsu, gongd og kamar. Harumframt er kjallararúm og hjallur.

 

Húsini verða seld vegna deyðsbúgv og fyriliggur húsaskoðan í sambandi við søluna.

 

Tilskilaður verður rættur til at vraka og velja millum innkomin boð, herundir at vraka øll.

 

Vegleiðandi mettur kontantprísur: kr. 2.400.000,00.

 

Minsta yvirboð kr. 50.000,-.

 

Um bjóðast skal, verður hetta boðskjal at fylla út og senda okkum aftur saman við váttan um fígging.Boðskjal.pdf

 

Áhugað kunnu venda sær til:

Sigrid Midjord, skrivari á tlf.nr. 203040 ella á teldupost sm@lawfirm.fo

Tak niður støðulýsing
Adressa:
Flatnavegur 1, 350 Vestmanna
Um ognina:
Slag
:   Sethús
Grundøki
:   416 m²
Hæddir
:   3
Búvídd
:   232 m²
Byggiár
:   1974
Støðulýsing:
Støðulýsing fyriliggur

Send fyrispurning

Seljari

20 30 40
Lucas Debesar gøta 8, Postbox 359, 110 Tórshavn
www.lawfirm.fo
Lánútroknari
Keypsprísur
Eginpeningur
Bankafígging:
Rentustuðul (%)
35
Renta (%)
Afturgjaldstíð í árum
Mánaðarligt gjald (uml):
Rentustuðul:
Netto mðr gjald:
Útrokningin er vegleiðandi og tekur støði í einari rentu á 5,6% og eini afturgjaldstíð á 25 ár. Spurningin um rentu og afturgjaldstíð má keypari greiða við sín peningastovn. Heldur ikki er tikin hædd fyri stovningarprovisión, møguligari tinglýsing og øðrum kostnaðum. Rentustuðulin á 35% og hámarksupphæddin á kr. 100.000,00 er ásett við lóg, men kann eisini broytast.