Fastogn

Sethús
Stoksoyrarbakki 8, Klaksvík
Prísuppskot: 2.950.000 kr

Tvíhús, Stoksoyrarbakki 8 - Klaksvík

Opið hús verður leygardagin 27. november kl 13.00 við tilmelding

Innflytingarklár tvíhús við einastandandi góðari staðseting í Klaksvík. Húsini standa við endan á blindvegi, beint við sjóvarmálan, og útsýni yvir vágna er framúrskarandi. Niðanfyri húsini er stórt grønt fríøki.

Hesi seinastu 4 árini eru fleiri umvælingar gjørdar. Eitt nú er drenað og bjálvað av nýggjum runt húsini, og nýtt, stórt bilhús er bygt. Úr bilhúsinum sleppur tú turrskøddur inn í húsini, tí úr bilhúsinum er beinleiðis atgongd til gongd inni í húsinum. Innan eru flestu gólvini skift, og nýtt ventilatiónsanlegg við Genvex, sum er orkusparandi og gevur góða inniluft, er sett upp. Køkurin er umvældur, og mest sum alt er málað. Baðirúmið á ovastu hædd er høvuðsumvælt við lekkrari brúsu og baðirúmsmøplum úr Corian.

Í miðhæddini er ein snøgg gestainngongd og ljósur køkur við góðum matborðplássi. Beinleiðis atgongd er til stovu/sjónvarpsstovu og trappa er til ovastu og niðastu hædd. Í stovuni eins og í hjúnakamarinum í ovastu hædd er stórur karnappur við fríum útsýni í allar ættir. Eisini er ein gerandisdurur við beinleiðis atgongd til bilhúsið og hjallin. Í ovastu hæddini er trappupallur, stórt hjúnakamar við innbygdum skápum, 2 barnakømur og eitt heilt nýtt, ljóst   baðirúm við brúsu. Lemmur er uppá ovasta loft, har ventilatiónsanleggið stendur.

Í niðastu hædd er gongd, baðirúm við baðikari, stórt brúggers/fýrrúm og eitt stórt kamar og eitt gott goymslurúm. Atgongd er eisini til 2 stór kjallararúm, sum kunnu innrættast til eitt nú heimabio, tannáringakømur ella  frítíðarrúm, um brúk er fyri tí.

Húsini eru betong við timbri í øllum 3 hæddum. Niðasta hæddin er 98 fermetrar, miðhæddin er 107 fermetrar og ovasta hæddin er 56 fermetrar, í alt 261 vælinnrættaðir fermetrar. Í miðhæddini er bilhús við el-bilhurð og goymslurúm á 44 fermetrar. Grundøkið er 266 fermetrar til víddar. Húsini vórðu bygd í 1998.

Prísuppskoti er kr 2.950.000.

Minsta yvirboð kr 25.000.

Um bjóðast skal, verður hetta boðskjal at fylla út, og senda okkum aftur við einari váttan um fígging boðskjal.doc

Áhugað kunnu venda sær til Djóna Thomassen 788400 ella djoni@adv.fo

 

Vit gleða okkum til at vísa tykkum húsini.

Tak niður støðulýsing
Adressa:
Stoksoyrarbakki 8, Klaksvík
Um ognina:
Slag
:   Sethús
Grundøki
:   266 m²
Hæddir
:   3
Búvídd
:   261 m²
Rúm
:   4
Byggiár
:   1998
Støðulýsing:
Støðulýsing fyriliggur

Send fyrispurning

Seljari

35 17 10
Bøgøta 16, Postboks 164, 110 Tórshavn
www.adv.fo
Lánútroknari
Keypsprísur
Eginpeningur
Bankafígging:
Rentustuðul (%)
35
Renta (%)
Afturgjaldstíð í árum
Mánaðarligt gjald (uml):
Rentustuðul:
Netto mðr gjald:
Útrokningin er vegleiðandi og tekur støði í einari rentu á 5,6% og eini afturgjaldstíð á 25 ár. Spurningin um rentu og afturgjaldstíð má keypari greiða við sín peningastovn. Heldur ikki er tikin hædd fyri stovningarprovisión, møguligari tinglýsing og øðrum kostnaðum. Rentustuðulin á 35% og hámarksupphæddin á kr. 100.000,00 er ásett við lóg, men kann eisini broytast.