Fastogn

Sethús

TVINGSILSSØLA - Ognin matr.nr. 98b, Porkeri

TVINGSILSSØLA
 

Fríggjadagin tann 3. december 2021, kl. 10:00 verður í Føroya rætti, C. Pløyensgøtu 1, 100 Tórshavn hildin tvingsilssøla yvir ognina matr.nr. 98b, Porkeri  (AS nr. 2-9/2021).

 

Talan er um eini sethús í tveimum hæddum.

 

Sambært tingbókini er grundøkið umleið 133 fermetrar harav vegur 17 fermetrar.

 

Húsini eru í høvuðsheitum innrættaði soleiðis:

 

1. Ovara hædd: Durur/inngongd, gongd v/trappu frá kjallara og atgongd til trappu uppá ovasta loft, wc v/brúsu,  køkur og spísistova, stova og kamar.

 

2. Kjallari: Inngongd/durur, gongd v/trappu og tilhoyrandi lemmi uppá ovaru hædd, 2 kømur, rúm, fýrrum og verkstaðsrúm v/úthurð.

 

Húsini eru í sera vánaligum standi, og treingja til ógvuliga nógva nýgerð og viðlíkahald. Takið er tó ikki so gamalt.

 

Ongar álítandi upplýsingar fyriliggja um stødd á húsinum, men sambært upplýsingum hjá P/F Suðuroyar Sparikassa er skrásett, at búvíddin er 110 fermetrar.

 

Áhuga mugu sjálvi kanna stødd og viðurskifti annars í sambandi við ognina. Áhugaði mugu við serkønari hjálp kanna ognina nærri.

 

Við einum tvingsilssøluboði uppá kr. 400.000,00 skal, sambært pkt. 7 í tvingsilssøluuppstillingini, stillast trygd stór kr. 119.729,00.

 

Skeytishavari sambært tingbók:  Ronni Tingkær.

 

Tvingsilssølan er umbiðin av P/F Suðuroyar Sparikassa v/Jógvan E. Ellefsen, adv., Advokatfelagið, Lucas Debesar gøta 8, 100 Tórshavn, tlf. 203040 (sak nr. 5890601), sum kann geva nærri upplýsingar um ognina.

 

Tvingsilssøluuppgerð kann umbiðjast hjá nevnda advokati ella hyggjast ígjøgnum í Føroya rætti.

Um ognina:
Slag
:   Sethús
Grundøki
:   133 m²
Hæddir
:   2
Búvídd
:   110 m²

Send fyrispurning

Seljari

20 30 40
Lucas Debesar gøta 8, Postbox 359, 110 Tórshavn
www.lawfirm.fo
Lánútroknari
Keypsprísur
Eginpeningur
Bankafígging:
Rentustuðul (%)
35
Renta (%)
Afturgjaldstíð í árum
Mánaðarligt gjald (uml):
Rentustuðul:
Netto mðr gjald:
Útrokningin er vegleiðandi og tekur støði í einari rentu á 5,6% og eini afturgjaldstíð á 25 ár. Spurningin um rentu og afturgjaldstíð má keypari greiða við sín peningastovn. Heldur ikki er tikin hædd fyri stovningarprovisión, møguligari tinglýsing og øðrum kostnaðum. Rentustuðulin á 35% og hámarksupphæddin á kr. 100.000,00 er ásett við lóg, men kann eisini broytast.